Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Høvundakorterið – Silja Aldudóttir og Laura Gunnváardóttir
BÓKADAGAR 2026: Bókaaktuellir høvundar lesa upp
Rithøvundarnir Silja Aldudóttir og Laura Gunnváardóttir lesa upp úr Spádómurin – Norrønu gudarnir. Bókin er ætlað 8-12 ára gomlum.
Bókin Óðin er hægsti gudurin í Ásgarði, men kann hann steðga heimsins undirgangi? Spádómurin hjá vølvuni sigur, at heimurin fer at ganga undir í ragnarøkum. Óðin má finna ein máta at steðga tí. Hann ferðast niður í myrka undirheimin fyri at gerast uppaftur mætari, men skjótt finnur hann út av, at vísdómur og vald hava ein høgan prís.
Uppliv norrønu gudalæruna í hesi spennandi røðini um stríð og styrki, hetjur og svikarar, vísdóm og kærleika. Kom við á ferðina, tá æsirnir stríðast ímóti teimum óndu jatnunum.
Silja Aldudóttir (1992) er rithøvundur og skrivar bøkur til børn og ung. Laura Gunnváardóttir (1994) er myndlistafólk og tatovørur. Spádómurin – Norrønu gudarnir 1 er fyrsta bókin, sum hon hevur myndprýtt. Spádómurin er fyrsta bókin, sum Silja og Laura hava gjørt saman.
Høvundakorterið er tiltaksrøð hjá Rithøvundafelag Føroya, har limir nýta høvi at lesa upp úr egnum nýprentaðum tekstum.
Fyriskipari: Rithøvundafelag Føroya
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar