Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Innilig testovukonsert við Bárði á Lakjuni

Testovukonsert við Bárði á Lakjuni í testovuni hjá Marinu Malenu

Tónleikur hevur altíð fylt nógv í lívinum hjá Bárði. Sangur, floytuspæl, klaver, orgul og seinni aukustiskur gittari hevur eyðkent tónleikastílin hjá honum.

Bárður hevur verið við at mynda føroysku gospelsjangruna hesa øldina. Fleiri minnast hann óivað frá gospel bólkunum 'Salt' og 'T.O.S.', umframt, tónleikin, sum feðgarnir Bárður og Jógvan á Lakjuni góvu út saman í 2012. Í 2020 kom fyrsta útgáva hansara sum solistur "Lívsins dansur" út.

Bárður fer fyrst og fremst at framføra egið tilfar, men harumframt fer hann eisini at spæla tøkuløg hjá bæði Leonard Cohen og Johnny Cash. Inniligi og nærverandi tónleikurin hjá honum fer heilt sikkurt at hóska seg væl í snotiligu umstøðunum í testovuni hjá Marinu Malenu á Biskupstøðgarði.

Talan er um stovukonsert har sitið verður við borðið. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman. Lítli køkurin hevur opið við brellbitum, góðum víni og spennandi teið.

Dyrnar lata upp kl 20:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar.

Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Bústaður

Biskupstøðgarður

7 Tingstøðin

Norðoyggjar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar