Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

List sum brúgv millum gransking og fatan

VÍSINDAVØKA: Verkstova við Visual Science Studio

Hvussu kann list greiða okkum torskildar vísindaligar spurningar? Og hvussu kunnu listafólk og granskarar víðka fatanina av veðurlagi, tíð og okkara veran í heiminum kring okkum?
Á verkstovuni kunnar Visual Science Studio um royndir og háttaløg frá arbeiðinum í samanrenningini millum list, gransking og veðurlagsmiðling. Við støði í ítøkiligum verkætlanum fært tú innlit í, hvussu listaligir arbeiðshættir kunnu gera sansaligar upplivingar, søgur og myndir burtur úr úrtøkiligum granskingarúrslitum.
Verkstovan tekur støði í temum sum veðurlagi, landsløgum og tíð, og kannar, hvussu list kann hjálpa okkum at fata fyribrigdi, sum vit ikki kenna. Við framløgum, samrøðum og felags hugleiðingum verður komið fram til eina hugsan um, hvussu listin kann nýtast sum miðil fyri gransking og til at leggja lunnar undir nýggjar fatanir.
Tiltakið er ætlað listafólki, granskarum, lesandi, fólki, ið miðla mentan, og øðrum, ið hava áhuga fyri tvørgreinaligum samstarvi. Her verður høvi at hitta onnur fólk tvørtur um greinar, at deila royndir og kanska at finna nýggj samstørv.
Verkstovan er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding. 
Tey luttakandi Visual Science Studio er listarliga tvímannasamstarvið millum Maja Friis og Sofie Mønster. Gjøgnum framsýningar, ljóð- og myndainnsetingar arbeiða tær við at fáa nýggj mót fram millum list, vísindi og veðurlagsgransking. Verk teirra eru sýnd fram á eitt nú CPH:DOX, BLOOM, Klimafolkemødet og Aarhus Naturhistorisk Museum.
Verkætlanin er stuðlað av Carlsberg Fondet.
Tiltakið er partur av Vísindavøku. 

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur