Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Pan-ArcticVision 2026 – finalan

Arktiska tónleikakappingin kemur til Tórshavnar!

Pan-ArcticVision hevur áður verið hildið í Norðurnoregi, Grønlandi og Kanada. Nú kemur kappingin til Føroya, tí ársins finala verður nevniliga í Norðurlandahúsinum. Her verður avgjørt, hvør fer at vinna altjóða tónleikakappingina fyri arktiska økið – hetta er "Eurovision" í Arktis.
Tónlistafólk úr øllum norðara pólkringi hittast á pallinum í Tórshavn við hvør sínum sangi og tónlistaliga úttrykki. Úr Alaska, Norðurkanada, Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Sápmi og øðrum partum av norðara pólkringi. Eitt kvøld, har tónleikur, ymisk mál og ymiskar mentanir møtast tvørtur um landamørk og langar fjarstøður.
Og sjálvandi eru Føroyar við. Í ár verður tað rapparin og sangarin Marius DC, sum umboðar Føroyar.
Luttakararnir eru Annie Bartholomew við Kat Moore – Juneau, Alaska Piunguałaq & Tooma – Kangiqtiniq (Rankin Inlet) & Iqaluit, Nunavut Nuunu – Sisimiut, Kalaallit Nunaat Falinn Gjóður – Reykjavík, Ísland Marius DC – Tórshavn, Føroyar Ivar Beddari – Páččjok/Pasvik, Norðurnoreg/Sápmi Klara Pasma – Pajala, Norðursvøríki Niko Valkeapää & Miro Mantere – Norðurfinnland/Sápmi Roman Gladyshev – Murmansk / russiska Arktis (í útlegd)
Vertur hetta kvøldið verður føroyski sangarin Anna Sofía Skoradal, og eisini eru gestaframførslur við Dóttir / Súsannu Herálvsdóttur og øðrum á skránni.
Áhoyrararnir verða við til at velja ársins vinnara. Pan-ArcticVision er nevniliga ikki bara ein kapping, men líka nógv ein fagnaður fyri tónleikinum og lívinum í norðri – ein pallur fyri listafólk og felagsskapir úr øllum Arktis.
Úr norðri, fyri norður og skipað av norðri.
Føroyar hava áður verið umboðaðar í Pan-ArcticVision av Guðrið Hansdóttur, Ester Skála og Dóttir.
Afterparty Veitslan heldur fram við livandi tónleiki á OY kl. 23.00. Ókeypis atgongd.
Pan-ArcticVision er ein verkætlan hjá NORDTING og verður framleitt í samstarvi við Norðurlandahúsið, Kringvarp Føroya og Raclip. Les meira á: panarcticvision.org

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar