Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Útnorðurdagurin 2026: Gráa gullið
Útnorðurdagurin setur sjóneykuna á Silver Economy
Vit liva longur og longur. Hvussu kunnu vit sum samfelag skapa góðar karmar fyri tann alsamt vaksandi bólkin av eldri fólkum, soleiðis at teirra royndir, førleikar og áhugamál framvegis koma felagsskapinum til gagns?
Á Útnorðurdegnum seta vit sjóneykuna á Silver Economy ella Gráa gullið. Hugtakið fevnir um teir møguleikar, sum standast av, at vit liva longur og hava fleiri virkin ár sum eldri. Tað snýr seg eitt nú um arbeiðslív, íverksetan, sjálvboðið arbeiði, nýggjar loysnir og luttøku í lokalsamfelagnum.
Á tiltakinum luttekur ein umboðsmaður fyri Nordland fylkeskommune, sum er verkætlanarleiðari í NORA-verkætlanini Seniorer – NORAs guldreserver. Verkætlanin kannar, hvussu vitan, royndir og arbeiðsmegi hjá eldri kunnu koma betur til sín rætt til gagns fyri tann einstaka, vinnulívið og samfelagið sum heild.
Eftir framløguna verður pallborðsorðaskifti, har kjakast verður um møguleikar og avbjóðingar úr einum útnorðursjónarhorni:
• Hvussu skapa vit betri møguleikar fyri einum longri og smidligari arbeiðslívi?
• Hvussu kunnu fyritøkur og samfelagið fáa størri gagn av førleikunum hjá eldri?
• Hvørjar nýggjar loysnir og samstarvsleiðir kunnu mennast tvørtur um londini í útnorðri?
Tiltakið er partur av hátíðarhaldinum av Útnorðurdegnum og bjóðar til eitt kjak um, hvussu gráa gullið kann gerast eitt enn sterkari tilfeingi í okkara samfeløgum.
Vísusangarin Kári P. fer at framføra nakrar sangir.
Framløga: Eirik Fiva, verkætlanarleiðari
Pallborðslluttakarar: Havnar Arbeiðarafelag, Heri Reynheim, formaður Landsfelag Pensjónista, Beate L. Samuelsen, forkvinna Føroya Lærarafelag, Jacob Eli S. Olsen, formaður Útnorðurráðið, Súsanna Bertholdsen, tingkvinna Vinnuhúsið, Niels Winther, stjóri
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar