Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Argir - Kirkjubøur

  • Útsýnið við Klingrutjørn niðan á Álvaskarð á Kirkjubøreyni. Mynd Óli Gardshodn
  • Útsýnið undir Álvaskarði út móti Nólsoy. Mynd Óli Gardshodn
  • Uppi við Porkerisvatn er vakurt og hugnaligt. Hetta er eitt gott stað at njóta løtuna við einum kaffikoppi. Mynd Óli Gardshodn
  • Útsýni uppi við Porkerisvatn út móti Nólsoy. Mynd Óli Gardshodn
  • Útsýni beint sunnanfyri Porkerisvatn, yvir Rangagil og suður yvir á Kirkjubøkamb, sum vit síggja í baksýninum í vinstru síðu á myndini. Bygdagøtan gongur beina leið suður á hálsin, lægdina í miðjuni á myndini, sum er beint omanfyri Kirkjubø. Mynd Óli Gardshodn
  • Uppi á Hálsinum beint omanfyri Kirkjubø. Mynd Óli Gardshodn
  • Á túrinum er góður møguleiki fyri at síggja ymiskan heiðafugl. Henda vakra lógvin var beint sunnanfyri Rangagil. Mynd Óli Gardshodn
  • Útsýni uppi undir hálsinum omanfyri Kirkjubø, vestur yvir oyggjarnar Hest, til vinstru á myndini, og Koltur, til høgru á myndini. Mynd Óli Gardshodn
  • Útsýni oman yvir Kirkjubø. Mynd Óli Gardshodn
hike poster

Friðarligur og vakur túrur – eitt hanagleiv úr Havn. Sjáldsamt, vættrakent lendi við góðum útsýni út á Hestfjørð. Til ber at síggja heiðafugl og harur.

Gøtan millum Argir og Krikjubø er onnur farleiðin, ið knýtir Havnina og Kirkjubø saman. Hetta er farleið, ið ikki er eins nógv brúkt og hin gøtan, ið byrjar í Havnardali, og sum var vanliga farleiðin, tá ið farið varð  millum Kirkjubø og Havnina. Bygdagøtan, ið knýtir Argir og Kirkjubø saman, varð m.a. brúkt, tá ið kirkjubøfólk skuldu á sjúkrahúsið í gomlum døgum. 
Stórur partur av leiðini er grýtut lendi, ið ger tað torført at síggja nakra sjónliga leið. Tí er tað avgerandi at hava gpx-fílu, sum tryggjar, at tú finnur røttu leiðina. Varðar eru á leiðini, men tað ber ikki til at dúva á teir, tí í summum førum eru teir “falskir” varðar, ið liggja nakað burtur frá upprunaligu bygdagøtuni.

Hetta er ein vøkur og heldur sjáldsom farleið við grýtutum lendi, nógvum klettum og summastaðni næstan mánakendum umhvørvi. Eisini verður gingið fram við vakra Porkerisvatni, har tað er upplagt at steðga á eina løtu at njóta umhvørvi. Tað sigst, at William Heinesen, kendi føroyski rithøvundurin og listamaðurin, hevur fingið nógvan íblástur til sínar tekningar frá sínum gongutúrum her á Kirkjubøreyni. Kendu tekningarnar av trøllum sigast m.a. hava íblástur hiðani.

Argir - Kirkjubøur
Kirkjubøur - Argir

Argir - Kirkjubøur

Góðir møguleikar eru at parkera bilin við Barnagarðin á Argjum, t.d. har sum grønu linjurnar eru á myndini. So skal gangast eftir bláu linjuni fyri at koma á gøtuna.

Kirkjubøur - Argir

Góðir parkeringsmøguleikar eru við stóra parkeringsplássið heima við kaiina/kirkjuna, haðani tað eru 900 m at ganga niðan til rulluportrið, har sum gøtan byrjar – sí grønu strikuna.

Argir - Kirkjubø
Kirkjubøur - Argir

Argir - Kirkjubø

Kirkjubøur - Argir

Fakta

path icon
1t 45m

Tíð

path icon
5 km

longd

hilltop peak icon
373 m

Hægsta stað

family icon
0 m

Hæddarmetrar


family icon Ja, væl egnað til børn. Eitt sindur knortlut og grýtut frá Argjum til Rangagil.
difficulty icon Lætt -
terrain icon Rutan er sera løtt at ganga. Rættiliga grýtut í støðum, frá Argjum til Rangagil.
2°C
9 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours