Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Bøur- Gásadalur
Gakk eftir gomlu bygdagøtuni til vøkru bygdina Gásadal, sum var ein tann avbyrgdasta bygdin í Føroyum til fyri fáum árum síðan
Gongdin byrjar í dalinum á leið tríggjar kilometrar vestan fyri Bø. Gøtan byrjar um ein kilometur sunnan fyri (ella vinstrumegin) tunnilsmunnan. Tú sært gøtuna, sum fer lykkjuskotin niðan Gásadalsbrekkuna.
Gásadalur var ein tann mest avbyrgda bygdin í Føroyum. Ilt er at koma til bygdina sjóvegis, og tað var ikki fyrr enn í 2004, at bygdin fekk vegasamband við restina av oynni í sambandi við, at bergholið varð gjørt. Gásadalsfólk plagdu at ganga hesa gøtuna, tá ið tey fóru í grannabygdirnar til handils ella í øðrum ørindum. Tyrlan fór at flúgva hagar í 1983.
Fyrsti teinurin er brattur og gongur heilt út á fjallatromina. Gakk tí ógviliga varliga, men gloym ikki at njóta frálíka útsýnið yvir Sørvágsfjørð, Tindhólm, Gáshólm og Mykines.
Í 2014 kláraðu tveir menn at klíva upp á allar fimm tindarnar í Tindhólmi. Eingin kirkja er í Gásadali, so skúlin verður brúktur til gudstænastur. Kirkjugarðurin er frá 1873. Fyri tað vórðu fólk grivin í Bø, so kistan varð borin upp um fjallið til Bíggjar. Túrurin var tungur, og berararnir kundu bara hvíla seg við Líkstein, sum tú gongur teg framá á hálvari leið.
Longri frammi kemur tú til kelduna Vívda. Søga er um, at eitt barn í Gásadali var illa sjúkt og mátti til lækna í Bø. Á veg til Bíggjar versnaði barnið og var um at doyggja. Sambært lutherskari trúgv fær sálin ikki frelsu, er barnið ikki doypt. Tí gjørdi prestur, ið var við á ferðini, ikki mætari enn at víga kelduna og doypa barnið.
Heldur tú fram, sært tú Risasporið. Søgn er um tveir risar. Annar búði í Gásadali, hin í Mykinesi. Einaferð teir skeldaðust, ætlaði gásadalsrisin sær til Mykines at fáa enda á ósemjuni. Hann tók dik á seg eftir fjallinum, setti av, og í einum lopi var hann í Mykinesi. Hann setti so harðliga av, at fótasporið sæst tann dag í dag.
Av Skarði smýgur gøtan sær ígjøgnum líðina oman í bygdina. Ansa væl eftir leysum gróti! Útsýnið oman yvir Gásadal er ein tann fagrasta sjón, tú sært. Lítla, vakra bygdin er umgird at grønum bøi við trútnum høgum fjøllum. Eitt teirra er Árnafjall, sum við sínum 722 metrum er hægsta fjall í Vágum.
Í bygdini eru toftir úr miðøld. Tær nevnast Uppi við Garð og Gæsutoftir.
Gøtan er sjónlig tað mesta av vegnum. Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. Tað er kanska eitt sindur vakrari at ganga til Gásadals, har ein síðani kann njóta eina løtu í lítlu bygdini.
Bøur- Gásadalur
Leið 350 koyrir til Gásadals. Sí ferðaætlan her: https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/350-torshavn-flogvoellur-gasadalur
Parkering, Bø
Onki hampiliga stórt alment parkeringspláss, er Bíggjarmegin (í Áardali). Tískil er parkering viðmæld í Gásadali. Annars er okkurt lítið parkeringspláss við landsvegin Bíggjarmegin. Haðani skal gangast út eftir 400m. langa uppdyrkingarvegnum, sum byrjar 350 metrar uttanfyri tunnilsmunnan. Úti á endanum á hesum uppdyrkingarvegi er eitt stórt skelti og pelar, sum vísa á bygdagøtuna.
Gásadalur - Bøur
Ikki slepst til Bíggjar og Gásadals við almennum flutningsførum.
Kemur tú í bili, er best at seta bilin í Gásadali og annaðhvørt ganga aftur og fram ella biðja hýruvogn koyra teg aftur úr Bø til Gásadals.
Parkering, Gásadalur
Góð parkeringsviðurskifti eru í Gásadali. Gøtan byrjar 75 metrar uttanfyri tunnilsmunnan. Beint niðanfyri, ella 460 metrar eftir landsvegnum, er eitt stórt parkeringsøkið fram við landsvegnum, beint omanfyri rættina, har ein kann seta bilin frá sær. Eisini inni í sjálvari bygdini er tað stóra parkeringsøkið, har ein eisini kann seta bilin frá sær. Har er eisini eitt alment WC.
Bøur- Gásadalur
Gásadalur - Bøur
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar