Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Elduvík - Funningsfjørður - Elduvík

  • elduvik-shawnogulu-jpg
    Elduvíkar bygd. Mynd: @shawnogulu
  • Villagepath-hiking-between-Elduvík-Funningsfjørður-Sniðsgil-Elduvík-mountains
    Tann langi og sera náttúruvakri dalurin í Elduvík. Her gongur ein heilt fyri seg sjálvan millum tey høgu fjøllini, har bert ljóðið frá fossunum í stórá hoyrist. Í bakgrundini sæst Elduvíksbygd. Mynd: Óli Gardshodn
  • Villagepath-hiking-between-Elduvík-Funningsfjørður-Sniðsgil-Elduvík-mountains
    Varðin og rættin undir Øksnagjógv í Dalkinni. Mynd: Óli Gardshodn
  • Villagepath-hiking-between-Elduvík-Funningsfjørður-Sniðsgil-Elduvík-mountains
    Varðin við tjørnina á hálsinum omanfyri Funningsfjørð. Í bakgrundini Múlatindur. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-23-elduv-k---funningsfj-r-ur-125-img-0191-jpg
    Útsýnið yvir Funningsfjørð. Mynd: Óli Gardshodn
  • Villagepath-hiking-between-Elduvík-Funningsfjørður-Sniðsgil-Elduvík-hiking-mountains-roundtrip
    Útsýnið norður gjøgnum Funningsfjørð. Eftir at hava gingið teir 60 hæddarmetrarnar niðan gjøgnum Sniðsgil, er komið niðan á hægsta punkt á bygdagøtuni. Restin av túrinum til Elduvík er ein 3 km langur hugnaligur túrur, burtursæð frá einari lítlari skriðu norðanfyri Elduvíksnes, sum vit skulu ígjøgnum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Villagepath-hiking-between-Elduvík-Funningsfjørður-Sniðsgil-Elduvík-hiking-mountains-roundtrip
    Útsýni frá Elduvíksnesi inn eftir Funningsfirði. Bygdagøtan gongur allan vegin uppi á hesum hamaranum. Hon gongur so langt inn sum vit síggja, hareftir hon fer oman á vegin gjøgnum eitt gil. Hetta er í roynd og veru ein sera vakur og friðarligur túrur. Mynd: Óli Gardshodn
  • Villagepath-hiking-between-Elduvík-Funningsfjørður-Sniðsgil-Elduvík-hiking-mountains-roundtrip
    Útsýni omanfyri Elduvíksnes yvir á Funning. Omanfyri Funning sæst í vinstru síðu rustin niðan á Slættaratind, og til høgru Gráfelli. Mynd: Óli Gardshodn
  • Villagepath-hiking-between-Elduvík-Funningsfjørður-Sniðsgil-Elduvík-hiking-mountains-roundtrip
    Elduvíksbygd. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Ein longri og avbera vakur túrur, sum byrjar og endar í føgru bygdini Elduvík

ÁVARING: ein skriða ávegis aftur til elduvíkar ger túrin torføran.

Elduvík liggur út ímóti sjónum við munnan á longum, grønum dali, ið er girdur av høgum og brøttum fjøllum. Túrurin gongur niðan gjøgnum henda djúpa dalin, ið sýnist so mildur og blíður, við Stórá makliga rennandi eftir slættanum.  Komin hálvan vegin inn í dalin, sæst ein rætt. Beint omanfyri er stóra og djúpa Øksnagjógv, og beint niðanfyri rennur Stórifossur. Longri inni í dalinum standa høgu Bláhamrar í andstøðu til tann annars grøna dalin. Hetta er eitt frálíkt stað til ein kaffisteðg, áðrenn tú gongur tann seinasta partin av túrinum niðan á skarðið. Halt leiðina fram ímóti FunningsfirðiÁ veg oman ímóti Funningsfirði er vakurt at ganga fram við stóru áunum. Tað er gott at ganga allan vegin millum Elduvík og Funningsfjørð. Í Funningsfirði er tó rættiliga bratt omanav.Náttúruvakurt er í Funningsfirði, sum liggur í øðrum endanum á dalinum millum báðar teir stóru firðirnar í Eysturoynni. Bygdin er og hevur verið savningarstaður fyri ferðsluna í økinum, og vegirnir til nærmastu bygdirnar eru eyðmerktir sum Sóljuleiðir, ið eru serliga náttúruvakrir vegateinar.Fyrsti partur av túrinum úr Elduvík til Funningsfjarðar er 5.6 km langur og tekur áleið 2,5 tímar.  Tað verður ikki verri, um tú støðgar á í Funningsfirði at njóta útsýnið, áðrenn tú gongur aftur til Elduvíkar um Sniðgil.Tú gongur á vegnum teir næstu 3,2 km, gjøgnum Funningsfjørð og víðari um Sniðgil. Tað er lætt at ganga úr Funningsfirði niðan gjøgnum Sniðsgil og um hamaran til Gøtuhjalla. Haðani gongur tú heim eftir Hjallanum til Elduvíkar. Tvey tey fyrstu gilini frá Elduvíksnesi til Elduvíkar (inni í Barmi) eru bæði rapað, so heldur torført er at sleppa yvirum hjá fólkum, sum eru illa gongd. Gøtan á Hjallanum fram við Funningsfirði liggur beint oman fyri landsvegin millum Funningsfjørð og Elduvík, so nakað av óljóði kann vera frá bilum.Fyrsti varðin í Sniðsgili sæst frá vegnum. Varðarnir síggjast ikki úr bygdini elduvíkarmegin.Gøtan sæst ikki allan vegin, og varðar eru ikki allan vegin, so GPX fíla er neyðug.
Elduvík - Funningsfjørður - Elduvík

Elduvík - Funningsfjørður - Elduvík


  • Villagepath-hiking-between-Elduvík-Funningsfjørður-Sniðsgil-Elduvík-startingpoint-hiking-parkin
    See green lines for parking and blue line for starting point
  • Villagepath-hiking-between-Elduvík-Funningsfjørður-Sniðsgil-Elduvík-startingpoint-hiking-parkin
    See green lines for parking and blue line for starting point
  • Villagepath-hiking-between-Elduvík-Funningsfjørður-Sniðsgil-Elduvík-startingpoint-hiking-parkin
    Grøna linjan vísir til parkerings øki

Elduvík - Funningsfjørður - Elduvík

Elduvík - Funningsfjørður - Elduvík

Fakta

path icon
4t 30m

Tíð

path icon
13 km

longd

hilltop peak icon
358 m

Hægsta stað

family icon
497 m

Hæddarmetrar


family icon Ikki hóskandi fyri børn undir 10 ár
difficulty icon Avbjóðandi - Gott at ganga allan vegin úr Elduvík til Funningsfjørð, hóast eitt sindur bratt í støðum – serliga niðan úr Funningsfirði. Eisini er gott at ganga frá Funningsfirði til Elduvíkar, men eitt sindur bratt er í støðum, ið kann vera krevjandi hjá fólki, sum ikki dáma hæddir
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin, bratt í støðum, serliga í Funningsfirði. Í støðum er mýrilendi. Gøtan er tó illa farin í tveimum gilum í Barmi. Neyðugt er at gleiva um eitt hegn á Elduvíksnesi
4°C
7 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours