Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Funningur - Eiði
Tað er ein góður og vakur túrur at ganga undir hægstu fjøll okkara á bygdagøtuni millum myndavøkru bygdirnar Funning og Eiði
Um farið verður úr Funningi, verður gingið frá ovastu húsunum í bygdini (Svørvisvegur 8) og beina leið niðaneftir á landsvegin oman fyri bygdina. Fyrstu varðarnir síggjast ikki frá vegnum, og ikki fyrr enn komið verður rættiliga langt niðan (niðan í Grønubrekku), í 250 m hædd, er fyrsti varðin at síggja.
Ein smalur geiri er matrikuleraður til bygdagøtuna niðaneftir úr Funningi, og gingið verður fram við áarbakkum á leiðini. Komin niðan á vegin verður gingið á skák niðan til portrið í bøgarðinum – kalla Eiðisportrið.
Arnasteinur, stóri steinurin vestan fyri Funning, beint áðrenn komið verður niðan á niðasta vegin, sigst hava fingið nevnið eftir Arna, sum lá frystur har, eftir at hann og nakrir aðrir komu frá eini skipsvanlukku, har skipið rendi á land. Hinumegin er Hórissteinur, ið ikki kom eins langt og Arni.
Tað er lættari at ganga túrin av Eiði, har gøtan eisini sæst munandi betur. Byrjað verður við vatnbrunnin og gingið niðan eftir rygginum við Króksgil. Har kemur tú rættiliga skjótt til fyrsta varðan, og síðan eru varðar heilt niðan á Eiðisskarð, tó at heldur langt kann vera millum varðarnar í støðum.
Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. Tó eru betri umstøður at seta bilin á Eiði.
Funningur - Eiði
Leið 201 hjá SSL millum Oyrarbakka og Gjógv steðgar í Funningi, og leið 200 koyrir millum Oyrarbakka og Eiði. Sostatt ber til at seta bilin á Eiði ella í Funningi og koyra aftur til bilin við bussi.
Leið 450 koyrir til Oyrarbakka.
Parkering, Funningur
Í Funningi eru góðar umstøður at seta bilin niðri við brúnna í bygdini. Sí myndir – grøna strikan vísir parkeringsplássið.
Eiði - Funningur
Leið 201 hjá SSL millum Oyrarbakka og Gjógv steðgar í Funningi, og leið 200 koyrir millum Oyrarbakka og Eiði. Sostatt ber til at seta bilin á Eiði ella í Funningi og koyra aftur til bilin við bussi.
Leið 450 koyrir til Oyrarbakka.
Parkering, Eiði
Á Eiði er gott pláss at seta bilin, har gøtan byrjar, t.e. har vegurin til Funnings/Gjáar byrjar. Sí myndir – grøna strikan vísir parkeringsplássið.
Funningur - Eiði
Eiði - Funningur
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar