Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Funningur - Gjógv
Tað er frálíkur túrur at ganga millum vøkru bygdirnar Funning og Gjógv, hóast meginparturin av túrinum liggur framvið landsvegnum
Úr Funningi er best at ganga inn millum gomlu dansistovuna, Uppi í Túni 18, og húsini beint omanfyri, í Túni 16. Haðani gongur ein niðan vinstrumegin (vestan fyri) ánna.
Upprunaliga var gøtan steinsett, men í dag er tað ikki so sjónligt. Gøtan leiðir niðan til portrið í bøgarðinum, kallað Gjáarportrið. Haðani verður gingið niðaneftir skamt eystan fyri Skarðánna.
Við Gjógv eitur bygdagøtan Mannagøtan. Gjógv er brimpláss, og var ikki farandi sjóvegis, so var Mannagøtan einasta farleið av bygdini. Tað var sera tætt samband millum Gjógv og Funning í gomlum døgum. Kirkja kom ikki til Gjáar fyrr enn í 1929, so Funnings kirkja var eisini “Gjáar kirkja”. Tá ið gjáarfólk fóru í kirkju í Funningi, vóru tað ikki øll, sum gingu allan vegin oman til Funnings. Tey elstu, sum ikki orkaðu brøttu brekkuna í Funningi, settust við Kirkjustein, í 215 m hædd.
Gjáarfólk vórðu eisini jarðað í Funningi, og var ikki bátsveður, vórðu líkini borin eftir Mannagøtuni. Á Gjáarskarði er Líksteinur, sum ber navn sítt av, at her hvíldu teir við líkinum, meðan kistan stóð á Líksteini. Á hesari leiðini livir eisini ein søgn. Hetta var, áðrenn nakar búsettist við Gjógv. Eitt skip fórst í fjøruni í stormi og kavaroki, og nakrir menn bjargaðu sær í land og fóru til gongu hendan vegin undan veðrinum heim í gjøgnum Dalin ímóti Funningi. Eingin bar boð í bý, og teir liggja grivnir við nakrar stórar steinar á hesi leiðini. Steinarnir bera nøvn eftir monnunum: Brúnisteinur, Antarsteinur, Hóristeinur, Tassisteinur, Mann og Árnasteinur.
Ongir varðar eru, fyrr enn komið verður niðan á slætt, í 240 m hædd. Haðani eru varðar niðan til hegnið á skarðinum. Síðani eru ikki varðar at síggja aftur fyrr enn rættiliga langt niðri í , og teir eru fáir í tali.
Við Gjógv byrjar gøtan á brúnni og tú fylgir landsvegnum, til tú kemur til rulluportrið niðri í bygdini. Haðani verður gingið fram við hegninum, so langt tað røkkur, og síðani fram í beinari leið niðan á skarðið.
Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. Tó eru betri umstøður at seta bilin í Funningi.
Funningur - Gjógv
Leið 201 hjá SSL millum Oyrarbakka og Gjógv steðgar í Funningi. Sostatt ber til at seta bilin í Funningi ella við Gjógv og koyra aftur til bilin við bussi.
Leið 450 koyrur til Oyrarbakka
Parkering, Funningur
Í Funningi eru góðar umstøður at seta bilin niðri við brúnna í bygdini. Sí myndir – grøna strikan vísir parkeringsplássið.
Funningur - Gjógv
Gjógv - Funningur
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar