Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Funningur - Svínáir
Ein avbjóðandi túrur við vøkrum útsýni yvir Sundalagið
Túrurin ímillum Funning og Svínáir er ein krevjandi og vakur túrur, har gingið verður niðan í hæddirnar. Túrurin varir góðar 3 tímar.
Bygdagøtan kann vera torfør at finna, tí ongi serstøk frámerki eru um gøtuna, og hon sæst ikki meginpartin av túrinum. Tí er týdningarmikið at hava GPS-fíluna við.
Lendið er vallað og gott, men eitt sindur grýtut ígjøgnum Kvíandal. Portur eru ikki sett upp á leiðini, og tí er neyðugt at gleiva (varliga) um trý hegn á leiðini.
Fleiri varðar eru á leiðini, men eru í støðum nærum ósjónligir, tí teir eru so gamlir og rapaðir.
Gøtan kann verða gingin báðar vegir, so veðurforsøgn og flutningsmøguleikar kunnu avgera tað.
Bygdagøtan kann vera torfør at finna, tí ongi serstøk frámerki eru um gøtuna, og gøtan sæst ikki meginpartin av túrinum. Tíer týdningarmikið at hava GPX-fíluna við á túrinum.
Funningur - Svínáir
Leið 201 koyrir til Funnings. Samband er við leið 450 á Oyrarbakka, men busssambandið til Funnings og Svínáir er ikki serliga gott – fáar fráferðir eru hvønn dag.
Parkering í Funningi
Í Funningi kann bilurin verða settur við stóra parkeringsplássið sunnan fyri innkoyringina til bygdina – sí grøna frámerkið. Haðan verður gingið eftir bláu linjuni út til portrið.
Svínáir - Funningur
Leið 200 koyrir ígjøgnum Svínáir Samband er við leið 450 á Oyrarbakka, men busssambandið til Funnings og Svínáir er ikki serliga gott – fáar fráferðir eru hvønn dag.
Parkering í Svínáum
Í Svínáum ber til at seta bilin við stóra grøna seyðahúsið – sí grøna frámerkið. Haðan verður gingið fram við vegnum norður um Stórá, har neyðugt er at gleiva upp um hegnið, og síðan verður gingið beint niðan móti Kvíandalsskarði – sí bláu linjuni.
Funningur - Svínáir
Svínáir - Funningur
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar