Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Hov - Fámjin
Ein sera vakur túrur tvørtur um Fámjinsskarð og Mannaskarð, har góða útsýnið, m.a. yvir teir tríggjar stóru dalirnar hvørjumegin við, seta sín serliga dám á túrin.
Hov - Fámjin
Byrjað verður í Hovi. Um ein vil ganga alla bygdagøtuna, verður byrjað við vatntangan og vatnverkið, sum liggur beint uttan fyri rulluportrið á vegnum niðan til vatnbyrgingina í Hovsdali (sí P1 á myndunum). Haðani verður gingið niðan til fyrsta varðan, sum sæst 145 metrar beint niðan frá rulluportrinum.
Sambært hovbingum er tað vanligt at koyra heilt niðan til parkeringsplássið, sum liggur 175 metrar frá vegendanum við vatnbyrgingina (sí P2 á myndunum), og ganga haðani niðan eftir bygdagøtuni úr Porkeri, til hon møtist við bygdagøtuna millum Hov og Fámjin.
Leiðin niðan á Mannaskarð fram við varðunum er vallað, men eitt sindur brøtt. Komin niðan á Mannaskarð er sera vakurt at hyggja út yvir stóra Hovsdalin við sínum vøtnum, ryggjum og rivum. Fjallarøðin rundan um dalin møtist frá báðum síðum uppi í tí tignarliga Borgarknappi, sum við sínum 574 metrum er hægsta fjall í økinum. Haðani heldur fjallaketan fram vestureftir á syðru síðu á Fámjinsdali.
Í Ærgidali, sunnan fyri ánna millum stóru vøtnini Bessavatn og Vatnsnes, hava fornfrøðingar grivið eina húsatoft út sum tekin um, at her hildu víkingar til, tá ið teir um summarið ansaðu neytunum í haganum.
Tá ið gingið verður um Mannaskarð, er útsýnið sera gott oman yvir Øravík og yvir á Froðba og Tvøroyri. Um veðrið er gott, síggjast Skælingsfjall og Sornfelli við sínum báðum hvítu radarakuplum.
Gøtan yvir á Fámjinsskarð sæst ikki. Har er tó hampiliga gott at ganga teir 400 metrarnar eftir beinu leiðini gjøgnum smágrótið.
Á Fámjinsskarði kann ein njóta vakra útsýnið yvir hesa náttúruperluna – Fámjinsdal. Her síggjast á syðru síðu Borgarknappur, Borgin og Glopprókin við sínum stabbagróti.
Á norðaru síðu sæst Kirkjuvatn akkurát koma undan.
Leiðin oman til Fámjins er ein long undanbrekka fram við varðunum, sum tætt er ímillum. Til seinast verður gingið oman av Mosavøllum, oman gjøgnum Traðarhamar og haðani inn gjøgnum portrið í seyðarættini. Frá rættini er gøta oman á vegin.
Hov - Fámjin
Bussamband
Tað er gott samband til Hovs á leið 700
Parkering
Tað valdast eitt sindur, um ein vil ganga eftir bygdagøtuni, har hon byrjar niðri frá rulluportrinum, sum er 240 metrar frá 180-stig-svinginum á vegnum niðan á Hovsegg (P1), ella ein ger sum tey flestu, nevniliga at ganga frá parkeringsplássinum uppi í dalinum, 175 metrar frá vegendanum (P2), haðani gingið verður eftir gøtuni úr Porkeri niðan á Mannaskarð.
Bæði niðri við rulluportrið (P1) og uppi við gøtuna úr Porkeri (P2) eru góð parkeringsviðurskifti.
Fámjin - Hov
Bussamband
Tað er hampiliga gott samband til Fámjins á leið 701 Fámjin – Tvøroyri – Sandvík, men tað er fráboðanarskylda (tilkalling (T)) til flestu túrarnar, og onkur tilkalling skal gerast dagin fyri.
Parkering, Fámjin:
Parkera á stóra parkeringsplássinum við fjøruna, beint niðanfyri har, sum Traðavegurin kemur oman á Fámjinsvegin. Haðani skal gangast.
Við kirkjugarðin eru pláss fyri nøkrum bilum, men ikki er greitt, um loyvt er at parkera har – um so er, at onki pláss verður eftir til tey, sum skulu vitja kirkjugarðin.
Hov - Fámjin
Fámjin - Hov
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar