Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Húsavík - Skálavík
Ein lættur, friðarligur og vakur túrur. Serliga vakurt er at síggja vestur gjøgnum dalin og útsýnið til Sands
Í Húsavík er lætt at finna gøtuna. Tú gongur niðan eftir ovasta vegi á norðaru síðu í Húsavík. Har sum asfaltið endar, er portur, ið leiðir teg út á gøtuna. Fyrsti varði sæst ikki frá portrinum, men komin eitt sindur niðanfrá sæst fyrsti varðin, og síðani eru góðir og sjónligir varðar.
Í Skálavík er ikki eins lætt at finna leiðina, tí onki portur er har, sum gøtan kemur oman móti bøgarðinum. Tú skalt ganga uml. 350 m í ein eystan til eina rætt, har portur er at fara ígjøgnum. Fyrsti varði sæst ikki frá portrinum.
Gøtan kann gangast báðar vegir, so veður, ætt, sól og ferðslumøguleikar kunnu gera av, hvønn veg valt verður at ganga rutuna.
Leiðin er ikki sjónlig, men stórir varðar vísa vegin meginpartin av túrinum.
Húsavík - Skálavík
Ongin bussleið er beinleiðis ímillum Húsavík og Skálavík, men tað ber til at koma til Skálavíkar við leið 600 og til Húsavíkar við leið 601.
Báðar leiðirnar koyra til Skopunar, har fergan siglur frá.
Parkering, Húsavík
Í Húsavík kann parkerast niðri við samkomuhúsinum Ungmannafelagið Sólarris, Fram við Ánna 1. Millum sandin og vegin er ein stór grasfløta, har ein kann seta bilin frá sær fram við vegnum. Haðani skal gangast eftir bláu linjuni niðan gjøgnum bygdina og síðani út gjøgnum bøgarðsportrið. Hetta er samstundis ein hugnaligur túrur gjøgnum gomlu og vøkru bygdina.
Skálavík - Húsavík
Ongin bussleið er beinleiðis ímillum Húsavík og Skálavík, men tað ber til at koma til Skálavíkar við leið 600 og til Húsavíkar við leið 601.
Báðar leiðirnar koyra til Skopunar, har fergan siglur frá.
Parkering, Skálavík
Til ber at seta bilin við fótbóltsvøllin í bygdini. Haðan verður gingið út móti rættini, har portrið er.
Húsavík - Skálavík
Skálavík - Húsavík
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar