Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Hvalvík - Vestmanna

  • 2020-09-15-vestmanna-hvalv-k-107-img-0344-jpg
    Uppi við tann fyrsta varðan í Hvalvík í 146m. hædd. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-09-15-vestmanna-hvalv-k-110-img-0336-jpg
    Tað er vakurt at ganga niðan við Myllá. So við og við, sum ein kemur longur niðan, sær ein betur og betur tey mongu og høgu fjøllini í Eysturoy. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-09-15-vestmanna-hvalv-k-111-img-0362-jpg
    Í Hvalvíksgjógv, omanfyri Hvalvík, er vakurt og friðarligt. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-09-15-vestmanna-hvalv-k-114-img-0327-jpg
    Tað er ikki so undarligt, at tveir koppar eru hongdir upp í ein træpinn júst her. Útsýnið er avbera gott, tað er friðsælt og tá nú ein kelda rennur júst her... Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-09-15-vestmanna-hvalv-k-116-img-0324-jpg
    Uppi frá Kellingarsteini í 380m. hædd, hava vit eitt avbera gott útsýnið yvir Saksunardal, sum er longsti dalur í Føroyum. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-09-15-vestmanna-hvalv-k-118-img-0321-jpg
    Tann ovasti at teimum fýra vatnbyrgingunum, sum hoyra til vatgnorkuverkið í Vestmanna. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-09-15-vestmanna-hvalv-k-121-img-0316-jpg
    Bjarnadalur í Vestmanna. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Ein vakur og fjølbroyttur túrur eftir gomlu bygdagøtuni, har gingið verður gjøgnum víðu og friðsælu Hvalvíks- og Vestmannahøgunum, harundir fram við áum, gjáum og vatnbyrgingum

Túrurin byrjar í Hvalvík við Missiónshúsið (Hvalvíksvegur 77), har gingið verður eftir nýggju gøtuni niðan til bøgarðsportrið. Haðani verður gingið niðan gjøgnum sera hugnaliga økið millum Laðagerðini.

 

Gingið verður víðari niðan eftir Rossaryggi, á norðaru síðu á Myllá. Eitt sindur tungt er at ganga niðan, og var tað tí vanligt at hvíla uppi við endan av Rossaryggi, har fyrsti varðin stendur, í 160m. hædd. Her er eitt hav, sum ein 14 ára gamal skal hava lyft.

 

Komin niðan í 250m. hædd verður gingið fram við vøkru Hvalvíksgjónni. Tá vestmenningar komu við grindaboðum, róptu teir fyrstu ferð við Hvalvíksgjógv, og aðru ferð niðri við niðasta varðan.

 

Tá komið er niðan á endan av Krossbrekku, við Kelduna, var sigur, at fáa sær upp í munnin av góða kelduvatninum. Navnið á Krossbrekku sipar til, at tá ein kemur vestanífrá, tá sást krossurin á kirkjuni á hesum stað. Kláraði seyðatjóvur at renna undan til Krossbrekku, har teir sóu krossin á kirkjuni, blivu teir náðaðir.

 

Í dag er gøtan ikki so sjónlig alla staðni, og onkustaðni gongur gøtan í ánni. Fyrr bleiv hon nógv brúkt bæði til Vestmanna og til Kvívík, har tað eisini bleiv riði dúgliga. 

 

Men nú verður hon aftur brúkt meira, serliga til árligu bátastevnuna í Vestmanna, har vanligt er, at fólk úr øllum heraðshornum, samlast í flokki í Hvalvík, har tey so ganga gomlu bygdagøtuna til Vestmanna.

 

Við fyrsta varðan vestanfyri Kellingarstein, deilir gøtan seg til Vestmanna og Kvívík. Her taka vit leiðina vestur um Hvalvíksskarð og haðani yvir á Hvalvíksbrekkuna, har útsýnið á leiðini er sera gott. Her síggja vit norður gjøgnum víða Saksunardal, sum er longsti dalur í Føroyum, meðan vit eystureftir síggja allar Eysturoyartindarnar, sum tættir daga upp móti himmalinum, t.d. Reyðafelstind, Halgafelstind, Múlatind, Svarbakstind og longst norðuri, hægsta fjall í Føroyum, Slættaratind. Meðan vit ganga Hvalvíksbrekkuna síggja vit víðu fløturnar og vatnbyrgingina við Mýrarnar, við Sneis og Loysingafjalli hvørjumegin við, og Skælingsfjalli í baksýninum. Sera hugnaligt og vakurt.

 

Her er so slætt, at í uml. 1950 koyrdi ein gravkúgv frá Hvalvík til Vestmanna umvegis Bjerndalsskarð, og heimaftur umvegis Hvalvíksskarð.

 

Haðani verður gingið oman í Bjarnadal har eisini ein vatnbyrging er. Hesin dalurin er heilt serstakur, við tað at hann er so langur og smalur. Eisini her er hugnaligt, vakurt og friðsælt at ganga, meðan heiðafuglurin setur sín dám á.

 

Ein kann síggja oman gjøgnum vøkru Bjerndalsgjónna við at ganga oman á sjálva vatnbyrgingina.

 

Eftir vatnbyrgingini ganga vit víðari eftir gøtuni, fram við Bjerndalsgjónni, til vit eru komin um sýnuna, har vit síðan spakuliga taka okkum oman móti vatnbyrgingini í Fonsdali, sum vit síðan ganga tvørtur um.

 

Haðani ganga vit niðan eftir Lómundoyrarryggi, tvørtur um hálsin og oman gjøgnum Rodlasagil, tvørtur um Gjógvará, og haðani oman eftir gøtuni bøgarðsportrið við  vatntangarnar í Miðalsbrekku. Eisini her er lætt og hugnaligt at ganga eftir víðu fløtunum við góða útsýninum vestureftir til Vágarnar og norður eftir, har vit m.a. síggja 626m. høgu Postulakirkju.

 

Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. Men tað er munandi lættari at ganga túrin úr Vestmanna, har hæddarmetrarnir eru 408 í mun til 534 úr Hvalvík. Tað er eisini tyngri at ganga niðan úr Hvalvik

Hvalvík - Vestmanna
Vestmanna - Hvalvík

Hvalvík - Vestmanna

Tað riggar væl at brúka bussin til hesa farleiðina, eftirsum bussur bæði koyrir til Hvalvíkar og til Vestmanna

Leið 450 (Kollafjørður - Skálafjørður) steðgar í Hvalvík. 
Leið 100/300 koyrir millum Vestmanna og Havnina. 

Parkering, Hvalvík
Góð parkeringsviðurskifti eru við Missiónshúsið, Hvalvíksvegur 77, tá tey ikki hava møti, og á parkeringsplássinum hjá Kommununi á Hvalvíksvegi 75 – sí grønu linjurnar. Haðani skal gangast niðan eftir nýggju gøtuni til bøgarðsportrið.

 

  • map-parkering-hvalvik-jpg
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað.
  • parkering-hvalv-k-png
    Set bilin við Missiónshúsið í Hvalvík – beint har gøtan byrjar.
  • parkering---byrjan-t-rinum---hvalv-k---vestmanna-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað.
  • hvalv-k-path-1-jpg
    Gingið verður niðan eftir nýggju gøtuni.
  • 2020-09-15-vestmanna-hvalv-k-103-img-0350-jpg
    Gingið verður niðan eftir nýggju gøtuni til bøgarðsportrið.
  • bl-strika-v-sir-lei-ina-ni-an-png
    See blue line for starting point.

Vestmanna - Hvalvík

Tað riggar væl at brúka bussin til hesa farleiðina, eftirsum bussur bæði koyrir til Hvalvíkar og til Vestmanna

Leið 450 (Kollafjørður - Skálafjørður) steðgar í Hvalvík. 
Leið 100/300 koyrir millum Vestmanna og Havnina. 

Parkering, Vestmanna
Parkera við vatnbrunnarnar ovast í Vestmanna, Skoralíð 3 (sí grønar strikur á myndini), gakk síðan eftir bláu strikuni gjøgnum portrið og fylg so gøtuni niðan við Gjógvará, niðan til vinarstigan á eystaru síðu, sum stendur tætt við ein varða (sí bláu linjurnar). 

  • vestmanna-byrjan-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað.
  • vestmanna-vardagotubyrjan-jpg
    Túrabyrjan við Meðalsbrekku í Vestmanna.
  • parkering-og-byrjan-r-vestmanna-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað.
  • parkering-vestmanna-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað.
  • 2020-09-15-vestmanna-hvalv-k-134-img-0289-jpg
    Byrjunarstað úr Vestmanna.
Hvalvík - Vestmanna
Vestmanna - Hvalvík

Hvalvík - Vestmanna

Vestmanna - Hvalvík

Fakta

path icon
2t 30m

Tíð

path icon
9 km

longd

hilltop peak icon
399 m

Hægsta stað

family icon
498 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskar seg ikki til børn undir 10 ár. Ansið væl eftir børnum við Bjerndalsgjógv. Verður bara gingið millum Hvalvík og vatnbyrgingina í Bjarnadali, styttist túrurin niður í 6,5 km og 450 hæddarmetrar, og tá er túrurin góður til børn 8+. Um gingið verður øvutan veg, t.e. frá vatnbyrgingini til Hvalvíkar, er nógv lættari, tí tá eru bara 190 hæddarmetrar
difficulty icon Miðal - Úr Hvalvík er rættiliga tungt at koma niðaná. Annars er gøtan løtt at ganga
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Í støðum eitt sindur tøssut. Eitt sindur av leysum grót frá vatnbyrgingini í Bjarnadali, fram við Bjerndalsgjógv og oman til niðaru vatnbyrgingina (í Fonsdali)
2°C
6 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours