Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Kambsdalur – Skálafjørður
Fá frið í sinnið og njót útsýnið yvir Fuglafjørð og Skálafjørð á hesum deiliga túri fram við Trælavatni
Gøtan byrjar niðan við telefon mastrina millum Børkugøtu 65 og 69, har skelti vísir á leiðina niðan á Trælavatn. Leiðin niðan er væl merkt við varðum og pelum.
Fyrst gongur tú um gomlu torvheiðarnar, sum hoyrdu til Fuglafjørð. Á Skarðsbrúgv kemur tú til gjónna. Gakk ímóti gjáarmunnanum har gongt er niðan á Skarðsbrúgv. Haðan hevur tú frálíkt útsýn yvir Fuglafjørð og øll fjøllini rundan um bygdina.
Norðanfyri sæst yvir á Kalsoynna við tí hvassa Nestindi, sum við sínum 788 metrum stingur seg upp í loft, og víðari yvir á stórbæru Kunoynna. Eystanfyri er Ritafjall (eisini kallað Leirvíksfjall), og hyggur tú omanyvir, sært tú Leirvíksvegin.
Nú kemur tú til Trælavatn, har eitt stórt fiskimásabøli er um summarið. Har eru tjøldur, gæs og aðrir fuglar. Tú mást halda teg vestanfyri vatnið, har tú kemur til eina gamla gøtu. Gøtan er sløtt, men lendið er túgvut og grýtut. Har eru nakrir varðar hinu megin vatnið, sum ganga undir eystaru síðu á Trælavatnaskarði og sum vísa á eina aðra gøtu, nevniliga hana oman til Ánir Ansa eftir ikki at ganga skeivan veg!
Tá ið tú sært langa fjørðin suður ímóti Toftavatni við Nólsoynni í baksýninum, snarar varðagøtan líðandi til høgru. Reyðafelstindur er framman fyri teg. Ansa eftir, tá ið tú fert oman Rossastígar, tí har er bratt í støðum. Tað kann vera ringt at fáa eyga á varðarnar. Varðarnir eru longri niðri á slættanum. Gakk ímóti teimum.
Søgn sigur, at einaferð vóru fýra menn úr Hattarvík á Fugloynni, nevndir floksmenninir, sum ætlaðu at taka allar Føroyar. Teir vórðu tiknir og dømdir at verða stoyttir oman av brattasta partinum av Valaknúkum. Dómurin varð framdur, og teir vórðu grivnir við Tingstein undir Valaknúkum. Gakk oman á høvuðsvegin við seyðahúsið.
Kambsdalur – Skálafjørður
Leið 400 steðgar í Gøtudali, har tú kanst skifta til Leið 410, sum steðgar á Kambsdali.
Parkering, Kambsdalur
Góð parkeringsviðurskifti eru har sum gøtan byrjar niðan við telefon mastrina millum Børkugøtu 65 og 69. Parkera bilin niðri á kantinum, sum grønu strikurnar vísa, og fylg so bláu linjunum út á bygdagøtuna.
Kambsdalur – Skálafjørður
Skálafjørður - Kambsdalur
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar