Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Klaksvík - Árnafjørður
Ein vakur og heldur krevjandi túrur eftir søguligari slóð. Gingið verður í fótasporum Nólsoyar Páls í Myrkjanoyrarhaga. Møguleiki er at vitja søguliga tingstaðin Katlarnar á vegnum
Túrurin byrjar við bøgarðsportrið beint oman fyri Undir Kráarbrekku 21 í Klaksvík, eisini kallað Rynkeby. Haðan verður gingið eftir bygdagøtuni norður gjøgnum Myrkjanoyrarhaga, fram við húsunum hjá Archibald Black.
Archibald Black er eftirkomari hjá Nólsoyar Pálls, og stendur fyri at endurbyggja Nólsoyar Páls garð á Biskupstøð í Klaksvík. Nólsoyar Páll er kendur sum táttayrkjari, tjóðarhetja og fyri at hava bygt Føroya fyrsta deksfar »Royndina fríðu«. Men hann var eisini bóndi, og tað er júst í haganum, har túrurin byrjar, at hann einaferð var bóndi.
Gingið verður ígjøgnum gomlu torvheiðarnar hjá klaksvíkingum, og í støðum síggjast leivdir av elligomlum torvhúsum. Fuglalívið í økinum er ríkt; spógvar, tjøldur, lógv, snípa og fiskimási búleikast her.
Gingið verður niðan á Áarskarð gjøgnum Ánagjógv. Av Áarskarði er vakurt útsýnið yvir Árnafjørð, sum liggur umgird av høgu fjøllunum. Í ein sunnan sæst Lisshøvdi og í dalinum norðanfyri liggur elligamli tingstaðurin Katlarnir.
Umvegurin til Katlarnar
Leiðin av skarðinum norður á Katlarnar tekur umleið hálvan tíma, og har stendur so tingsteinurin í 297 metra hædd, og fleiri smærri steinar standa rundan um Tingstein. Tað er ikki vist nær henda steinsetingin varð reist.
Tingstaðurin í Køtlum hevur havt stóran týdning fyri Norðoyggjar. Her hildu Norðoyingar várting frá miðøld til síðst í 1600 talinum, tá ið tingið var flutt inn í Vág.
Tað var ikki av tilvild, at Katlarnar vórðu valdar til tingstað – Katlarnar eru miðpunktið í Norðoyggjum. At tingstaðurin var uppi millum fjøll heldur enn við sjóvarmálan gevur okkum eina fatan av, at jørðin og hagin har hevði størri týdning í tátíðarinnar samfelag, enn sjógvurin hevði. Seinni var tingstaðurin tó fluttur inn í Vág.
Eftir vitjanina í Køtlunum ber til at venda við aftur til Klaksvíkar, ella at halda fram til Árnafjørð.
Víðari til Árnafjørð
Um gingið verður til Árnafjørð, so er neyðugt at venda við, og ganga á leið 500 metrar aftur til Áarskarð. Ikki er neyðugt at ganga niðan aftur á sjálvt Skarði, men halt teg á hædd við Katlarnar inntil komið verður til Rossastígar. Her er ein rás ímillum klettarnar, har til ber at ganga oman.
Halt fram ímóti smáttuni hjá skótunum longri niðri. Har finnur tú gøtuna, sum førir til staðið har tunlarnir møtast uppiyvir í Árnafirði. Fylg varðunum og ver ansin – lendið er ógvuliga bratt í støðum.
Gingið verður fram við stóra Grindasteini. Úr bókini “Árnafjørður – Staðarnøvn” hjá Hanusi Poulsen sæst, at Grindasteinur hevur sítt navn eftir, at her róptu teir Grindaboð oman til árnfirðingar.
Tað er krevjandi at ganga oman gjøgnum Ovarustígar, eisini kallað uppi í Jørnunum, oman við jarngirðingini gjøgnum stíggjarnar, har nøkur av trinunum eru meitlað inn í helluna. Øll gøtan er væl merkt við varðum og prestum við endurskini.
Tað er eitt sindur bratt og leyst undirlendi oman fyri Árnafjørð, so her má verða ansað væl eftir. Annars er tað gott at ganga allan vegin.
Frá tunlunum og oman í Árnafjørð eru eingir prestar at ganga eftir. Her skal gangast tætt fram við sokallaða minhúsinum og haðan oman eftir Válagøtuni, uppi á rygginum, oman til býlingin beint eystan fyri Stórá og kirkjuna. Árnfirðingar bygdu minhúsið sum eitt skjól undan minunum, sum róku inn á víkina og sprongdust.
Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. Kanska er tyngri at koma niðan úr Árnafirði.
Klaksvík - Árnafjørður
Almenn ferðsla Bussur koyrir millum Klaksvík og Tórshavn Sí ferðaætlan: Leið 400
Parkering í Klaksvík
Bilurin kann setast uppi við Kráarbrekku á vegendanum, har sum bøgarðsportrið er, ella har á leið (sí grønu frámerkingina á myndini). Haðan skal gangast út gjøgnum bøgarðsportrið eftir bláu linjuni.
Árnafjørður - Klaksvík
Almenn ferðsla Bussur koyrir millum Klaksvík og Viðareiði Sí ferðaætlan: Leið 500 Klaksvík - Viðareiði.
Parkering í Árnafirði
Til ber at seta bilin við kirkjuna. Haðan verður gingið eftir bláu linjuni niðan ímóti bøgarðsportrinum. Mælt verður tó frá at seta bilin her, tá ið kirkjugongd er sunnudagar kl. 11–12. Eisini ber til at seta bilin uppi við tunlarnar – sí grønu frámerkingina á myndini.
Klaksvík - Árnafjørður
Árnafjørður - Klaksvík
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar