Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Norðradalur – Tórshavn

  • jeff-bartlett-jpg
    Vegurin ringir seg oman í Norðradal. Mynd: Jeff Bartlett
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Norðadalur-Sundshálsur
    Bygdagøtan millum Norðradal og Sundsháls byrjar í hugnaligu gjónni í Norðradali. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-05-08-nor-radalur-sundsh-lsur-105-img-0066-jpg
    Komin niðan í slætta dalin verður serstakliga friðsælt, hugnaligt og vakurt, serliga í vesturskini. Mynd: Óli Gardshodn
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Norðadalur-Sundshálsur
    Útsýnið oman yvir hugnaliga dalin í Norðradali. Mynd: Óli Gardshodn
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Norðadalur-Sundshálsur
    Uppi á Fólkaskarði, í 415m hædd, er vakurt at hyggja yvir ovara dalin og vestara part av Norðradali við Vágunum í bakgrundini. Mynd: Óli Gardshodn
  • Villagepath-Hike-Tórshavn-Norðradalur
    Útsýnið yvir Nólsoynna við endan á bygdagøtuni. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Ein sera góður og vakur túrur niðan gjøgnum Sunnara skarð í Norðradali (Fólkaskarð). Djúpi og slætti Sunnari botnur, omanfyri Norðradal, við brøttu røkrunum rundanum, er óvanliga friðsælur og vakur at ganga ígjøgnum

Til ber at seta bilin av við gamla skúlan í bygdini. Túrurin byrjar við gøtuni, har bøgarðsportur og gongutúraskelti eru uppsett. Fylg reyðu pelunum til vinstru niðaneftir og tak ikki feil av teimum sum fara til Syðradals.


Tað er hampiliga bratt at ganga niðan í Sunnara botn, men kortini er vallað og gott at ganga allan vegin. Komin niðan í slætt í Sunnara botni,  gerst alt so serstakliga friðsælt, hugnaligt og vakurt, serliga í vesturskini. Ikki sørt, at her eisini er eitt ríkt fuglalív.
Úr botningum verður gingið norðaru megin ánna, niðan gjøgnum bratta Rossaryggi, sum er uml. 70m. høgur – niðan í lítla dalin beint omanfyri. Við fyrsta varðan beint omanfyri Rossarygg er vakurt at hvíla eina løtu við einum góðum kaffimunni, við góðum útsýni yvir allan Norðradal og heilt vestur til Vágafjøllini. Hinu megin ánna, undir røkrunum á Tungulíðfjalli, síggja vit hina gøtuna niðan gjøgnum Sunnara botn, kallað niðan gjøgnum Hellissvað. Tann gøtan bleiv vanliga brúkt, tá ross vóru við – og tískil kallað Rossagøtan. 


Ein søgn er um hetta plássið omanfyri Rossarygg. Søgnin sigur frá einum presti, sum var ávegis úr Havn til Norðradals at prædika fyri fólkinum, fyri at broyta teirra trúgv. Norðradalsmenn, sum vóru í Havnini, komu í fylgiskap við hendan prest, men teimum dámdu onki hansara ørindi í Norðradali. Teir avtalaðu tí sínámillum at tá teir komu oman gjøgnum skarðið, skuldu teir stoyta hann oman. Presturin, sum var ókunnigur og einki ilt vardi, bleiv skumpaður útav her uppi á Rossaryggi og steðgaði ikki fyrr enn niðri á sløttum, men tá hevði hann brotið hálsin og var deyður. Skarðið verður í dag eisini kallað Lýðarssonarskarð ella Lýsnaskarð – allarhelst eftir prestinum.

Víðari verður gingið stutta teinin niðan í dalin omanfyri og haðani víðari niðan á Sunnara skarð, har vit njóta góða útsýnið oman yvir Kallbaksfjørð og eystur á Eysturoynna. Haðani er slætt og gott at ganga oman gjøgnum reynið, til Sundsháls, og haðani eftir Havnardalsbrúnni yvir á Bøllureyn, og síðan umvegis Kleynsvarða og Keldurnar uppi á Varða, oman til Brandstøðina í Tórshavn.

Hetta økið eystanfyri Sunnara skarð, er rættuliga slætt og verður nógv brúkt av havnafólki til fjallarenning og ríðitúrar.

Norðradalur – Tórshavn
Tórshavn - Norðradalur

Norðradalur – Tórshavn

Onki busssamband er til Norðradals. 

Parkering, Norðradalur
Til ber at seta bilin á stóra parkeringsplássið, har vegurin fer sundur, t.e. við brúnna. Eisini ber til at seta bilin á parkeringsøkið niðri við eystara býlingin. Haðani verður gingið út gjøgnum portrið oman fyri eystaru húsini, Norðradalsvegur nr. 1, og síðani beint eystureftir niðan til bøgarðsportrið – kallað Havnaportrið. Hegnað er tvørtur um gøtuna, so her skalt tú bara fylgja hegninum niðan til bøgarðin, har ein smoga er at ganga ígjøgnum. (sí myndir)

Tórshavn - Norðradalur

Í Tórshavn koyrir býbussurin eftir Vegnum Langa, haðani gongugøta er niðan til Brandstøðina. 

Parkering, Tórshavn
Í Tórshavn kann parkerast á parkeringsplássinum hjá Tórshavnar Kommunu, omanfyri Brandstøðina, Oyggjarvegur 40. Haðani verður gingið eftir bláu linjuni út á bygdagøtuna.

Onki busssamband er til Sundsháls.

Parkering, Sundshálsur
Á Sundshálsi eru góðir møguleikar at seta bilin á eitt av parkeringsplássunum fram við Oyggjarvegnum og fram við vegnum, sum fer niðan til tjørnina á Sundshálsi (sí mynd).

Til ber at seta bilin á parkeringsplássið, har rutan byrjar.

  • Parkering-Tórshavn-Norðradalur
    Parkering í Havn: Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar
  • Parkering-Tórshavn-Norðradalur
    Parkering í Havn: Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar
  • Parking-and-Starting-Point-Sundshálsur
    Parkering á Sundshálsi: Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar
Norðradalur – Tórshavn
Tórshavn - Norðradalur

Norðradalur – Tórshavn

Tórshavn - Norðradalur

Fakta

path icon
2t 20m

Tíð

path icon
10 km

longd

hilltop peak icon
451 m

Hægsta stað

family icon
487 m

Hæddarmetrar


family icon Av tí at tað er bratt niðan eftir Rossaryggi, mugu smærri børn ansast av vaksnum.
difficulty icon Avbjóðandi - Gøtan úr dalinum niðan á skarðið er brøtt, men annars góð at ganga. Fólk við hæddarræðslu kunnu fáa trupulleikar eitt stutt strekkið niðan eftir Rossaryggi.
terrain icon Í Norðradali er vallað allan vegin niðan á Syðraskarð í Norðradali. Frá Syðraskarði oman til Sundsháls er nógvur eyrur og smásteinar, men tað er slætt, gott at ganga, og gøtan sæst væl. Restin av teininum til Tórshavn er góð gøta. Á hesi gøtuni verður nógv riðið.
2°C
7 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours