Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Norðskáli - Funningsfjørður
Ein góður túrur, við góðum útsýni yvir Sundini og Funningsfjørð, frá Norðskála niðan við gjáunum, tvørtur um Skálaskarð og fram við Hagavatni
Byrjað verður við Norðskála við stóra parkeringsplássið oman fyri Skálagjógv. Gingið verður niðan við hugnaligu Tippisánni, og Uppi í Dali verður gingið niðan gjøgnum gomlu torvheiðarnar, har mongu torvkráirnar framvegis síggjast.
Fyri at koma niðan um ovara vegin verður gingið á vinstru síðu undir brúnni. Har er eitt hegn, sum má loysast, meðan gingið verður um tað. Omanfyri er tann djúpa og spennandi Fossagjógvin. Við góða útsýninum yvir Sundini, Streymnes og fjøllini omanfyri gongur leiðin niðan fram við Tippisánni, tvørtur um Skálaskarð. Neyðugt er at gleiva um hegnið á skarðinum, tí portrið er typt (aug. 2020). Leiðin oman til Funningsfirðar gongur fyrst fram við tí 170 m langa Hagavatni og haðani í beinari linju oman til seyðahúsið við Funningsvegin áraka bygdina. Vallaðu brekkurnar seinasta strekkið oman til Funningsfirðar eru eitt sindur brattar, so her má verða ansað eftir ikki at glíða. Um ikki ein vinarstigi er komin, so skal eisini verða gleivað um eitt hegn á veg oman til Funningsfirðar.
Møguligt er at ganga túrin báðar vegir. Tað er væl tyngri at ganga niðan úr Funningsfirði.
Norðskáli - Funningsfjørður
Oyrarbakki er eitt av høvuðs busssteðgiplássunum hjá Bygdaleiðum, har leið 450 (Skálafjørður - Kollafjørður) eisini steðgar. Frá steðgistaðnum eru 1225 m til bygdagøtuna.
Onki bussamband er til Funningsfirðar.
Parkering við Norðskála
Við Norðskála kann bilurin setast við stóra parkeringsplássið beint har, sum bygdagøtan byrjar uppi við høvuðsvegin, 975 m oman fyri Magnstøðina, sí grønu linjuna á myndini. Haðani verður gingið eftir bláu linjunum eftir norðara áarbakka fram við ánni niðaneftir. Gingið verður undir brúnna, tá ið farið verður niðan um høvuðsvegin beint við tunnilsmunnan.
Fyrsti varði stendur beint oman fyri brúnna. Haðan eru varðar allan vegin til Funningsfirðar.
Funningsfjørður - Norðskáli
Onki bussamband er til Funningsfirðar.
Parkering í Funningsfirði
Í Funningsfirði verður parkerað við stóra parkeringsplássið tætt við har, sum bygdagøtan byrjar – sí grønu linjuna.
Haðani verður gingið eftir bláu linjunum, norður um seyðahúsið, gjøgnum portrið og síðan beint niðan brekkuna. Fyrsti varðin stendur uppi á fyrstu høvdini. Haðani eru varðar allan vegin til Funningsfirðar.
Onkuntíð er portrið við rættina uttan fyri seyðahúsið afturlatið. Tá má portrið verða opnað og latið væl aftur aftaná. Um portrið ikki fæst upp, biður røktingarmaðurin, Petur, okkum um at gleiva upp um hegnið. Uppi í 190 m hædd er eitt annað portur. Har manglar eisini ein vinarstigi, so her mugu vit eisini gleiva uppum. Á skarðinum verur somuleiðis gleivað upp um hegnið.
Norðskáli - Funningsfjørður
Funningsfjørður - Norðskáli
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar