Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Oyndarfjørður - Hellurnar
Ein lættur og vakur túrur fram við sjóvarmálanum millum Hellurnar og Oyndarfjørð
Bygdagøtan millum Oyndarfjørð og Hellurnar er væl uppmerkt, tó at tað ikki er frámerkt, hvar gøtan byrjar frá høvuðsvegnum.
Oyndarfjarðarmegin byrjar gøtan inni á Høvdanum, har sum nýggja gøtan oman á sandin er. Hetta er 800 m innan fyri bygdarrulluportrið. Prestar eru settir niður í vøllin, sum vísa á gøtuna allan vegin yvir um Laksá, har brúgv er yvirum.
Haðani ganga tvær gøtur yvir á Hellurnar. Onnur gongur fram við sjóvarmálanum, og hin er eftir gomlu gøtuni, sum sæst á gamla føroyakortinum frá 1900, og liggur nakað inn frá sjóvarmálanum.
Gøtan eftir helluni fram við sjóvarmálanum er vakrara leiðin. Her var nógv gongd fyrr, tá ið skip løgdu at inni á Bergi og løgdu fisk upp á land. Fólk tóku ímóti fiskinum her og løgdu hann út á helluna at turka. Tað er ivaleyst haðan, at navnið Hellurnar stavar. Gamla atløgubryggjan sæst framvegis her. Fyri stuttum (2019) eru gomlu handlistarnir útskiftir, og eisini eru nýggir handlistar uppsettir fyri at gera leiðina tryggari at ganga.
Hellumegin byrjar onnur gøtan, hin gamla, beint innan fyri kirkjugarðin, og gøtan fram við sjóvarmálanum byrjar eftir helluni millum Rættarveg nr. 8 og 12. Gøturnar eru báðar merktar, og prestarnir síggjast frá høvuðsvegnum.
Gøtan kann gangast báðar vegir.
Oyndarfjørður - Hellurnar
Leið 481 koyrir millum Oyndarfjørð og Skálabotn. Í Skálabotni ber til at taka buss víðari, t.d. til Tórshavn.
Parkering, Oyndarfjørður
Góðar umstøður eru at seta bilin í Oyndarfirði. Her ber til at seta hann á víkiplássinum, har gøtan byrjar (sí mynd). Er parkeringsplássið fult, ber til at seta bilin á Hellunum ella við Alivirkið inni í botninum.
Hellurnar - Oyndarfjørður
Leið 481 koyrir millum Oyndarfjørð og Skálabotn. Í Skálabotni ber til at taka buss víðari, t.d. til Tórshavn.
Parkering, Hellurnar
Góðir møguleikar eru at seta bilin á Hellunum, serliga tá ið gøtan fram við sjóvarmálanum skal gangast. Her ber til at seta bilin á parkeringsplássið niðri við støðna (sí mynd).
Oyndarfjørður - Hellurnar
Hellurnar - Oyndarfjørður
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar