Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Signabøur – Kaldbak

  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Signabøur-Kaldbak
    Útsýnið omanfyri Signabø. Mynd: Kirstin Vang
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Signabøur-Kaldbak
    Tað er tryggari at ganga av Signabø til Kaldbaks enn øvugt. Tá sæst betur, hvussu leiðin liggur niðan gjøgnum brúgvarnar. Mynd: Kirstin Vang
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Signabøur-Kaldbak
    Tað er stórsligið at ganga niðan úr Signabø, har til ber at njóta útsýnið oman í Kollafjørð og inn í Kollfjarðardal. Mynd: Óli Gardshodn
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Signabøur-Kaldbak
    Tá ið komið er niðan á Kambsskarð, er alt friðarligt, og vakurt er at ganga fram við tøttu og vøkru varðunum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Hiking-Villagepath-Faroe-Islands-Signabøur-Kaldbak
    Útsýnið á veg oman í Kaldbak. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Fylg teimum mongu væl lagaðu varðunum á hesum krevjandi túrinum, har tú kanst njóta útsýnið yvir dalar og fjøll og eina ørgrynnu av smáum vøtnum

Tað er stórsligið at ganga niðan úr Signabø, har til ber at njóta útsýnið oman í Kollafjørð og inn í Kollfjarðardal.

 

Tá ið komið er niðan á Kambsskarð, er alt friðarligt, og vakurt er at ganga fram við tøttu og vøkru varðunum. Tá ið komið er um Kambsskarð, sæst oman í stóra og vakra dalin oman fyri Kaldbak við nógvu smáu vøtnunum, m.a. Stóravatni og Brúnavatni. Teinurin oman gjøgnum dalin er lutfalsliga langur, men onkur gil á vegnum gera teinin áhugaverdan. Lætt er at koma tvørtur um allar áirnar. 

 

Tað er tryggari at ganga av Signabø til Kaldbaks enn øvugt. Tá sæst betur, hvussu leiðin liggur niðan gjøgnum brúgvarnar. Meira óljóð hoyrist frá ferðsluni á Signabø, og betri er at njóta túrin í róliga umhvørvinum í Kaldbak.

 

Av Signabø verður gingið eftir vegnum aftur um fjósið og síðan niðan vestureftir, um eina girðing, síðan gjøgnum eitt portur og skrátt suðureftir niðan móti fyrsta varðanum undir stígginum í niðastu brúnni.

Signabøur – Kaldbak
Kaldbak – Signabøur

Signabøur – Kaldbak

Bussleiðin hjá Tórshavnar kommunu koyrir til bæði Signabøar og Kaldbaks.

Parkering, Signabø
Umstøðurnar at seta bilin eru ikki tær bestu á Signabø. Nærmasta víkiplássið er 250 m vestanfyri, har leiðin byrjar. Annars ber til at seta bilin niðri við bátahylin 300 m frá gøtuni (sí myndir)

  • Parking-Startingpoint-Signabøur
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.

Kaldbak – Signabøur

Við bussi: Bussleiðin hjá Tórshavnar kommunu koyrir til bæði Signabø og Kaldbak.

Parkering, Kaldbak
Í Kaldbak eru góðir møguleikar at seta bilin. Við bussskýlið 60 m vestanfyri, har gøtan byrjar, er eitt stórt parkeringspláss. Eisini ber til at seta bilin á parkeringsplássið við vegin oman til bátahylin (sí mynd).

  • Parking-Startingpoint-Kaldbak
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
Signabøur – Kaldbak
Kaldbak – Signabøur

Signabøur – Kaldbak

Kaldbak – Signabøur

Fakta

path icon
2t 30m

Tíð

path icon
8 km

longd

hilltop peak icon
557 m

Hægsta stað

family icon
556 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin hóskar seg til børn yvir 10 ár
difficulty icon Avbjóðandi - Tað kann vera krevjandi at ganga brøttu brekkuna av Signabø niðan gjøgnum stíggjarnar. Her kann undirlendið vera leyst í støðum. Onkustaðni er bratt, so gøtan hóskar seg ikki fyri tey við hæddarræðslu
terrain icon Tað er eitt sindur bratt at koma niðan gjøgnum stíggjarnar á Signabø. Her er gott at ganga, men nakað av hellu og leyst undirlendi, so vandi er fyri at glíða, um tú ikki ansar eftir. Tá ið komið er nakað niðan, verður lættari at ganga. Og tá ið komið er niðaná, er tað sera lætt at ganga tvørturum og allan vegin oman til Kaldbaks
0°C
2 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours