Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Toftir - Runavík

  • Við niðasti varði omanfyri bøgarðsporið við Skúlan við Løkin. Mynd: Óli Gardshodn
  • Uppi við fótbóltsvøllin á Svangaskarði, har bygdagøtan byrjar, er sera gott útsýnið oman yvir Toftavatn - fjórðstørsta vatn í Føroyum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Gøtan sum bindir nýggja býlingin uppi á Regni á Toftum við Fótbóltsvøllin á Svangaskarði. Mynd: Óli Gardshodn
  • Umhvørvið við Toftavatn er avbera vakurt. Tað er tiltikið vakurt ein góðan summardag í august, tá lyngurin stendur í besta blóma. Mynd: Óli Gardshodn
  • Gøtan tvørtur um Toftavatn. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Ein lættur, hugnaligur og sera vakur túrur gjøgnum tættasta heiðalyngin í Føroyum.

Henda bygdagøtan er vælegnað til ein stuttan hugnaligan túr gjøgnum tættasta heiðalyngin í Føroyum, Húshagan millum Svangaskarð og Runavík, eins og hon eisini er sera væl egnað sum endin á 9,5 km langa rundtúrinum Runavík–Rituvík–Toftir–Runavík, sum tú eisini finnur á heimasíðuni.

 

Byrjað verður á Svangaskarði, har góð parkeringsviðurskifti eru. Gingið verður gjøgnum bøgarðsportrið við rættina og haðani í beinari linju gjøgnum Húshagan, oman til bøgarðsportrið niðri við Skúlan við Løkin.

 

Tað er lagaligt, friðarligt og sera vakurt at ganga oman eftir gøtuni, sum smýgur sær gjøgnum tætta reyð-grøna hagalyngin, sum er so síður, at varðarnir mestsum eru fjaldir í honum. Her er tiltikið vakurt í september, tá ið bláreyði berjalyngurin stendur í fagrasta blóma, og jarðroykur hongur uppi yvir honum.

 

At gøtan ikki sæst stóran part av leiðini bendir eisini á, at her verður ikki nógv gingið. Onkur spennandi gil og áir eru á vegnum, m.a. við Skrivarakeldu, Kollingsklett og eisini tættari bøgarðsportrinum í Runavík.

 

Meðan gingið verður omaneftir, er gott útsýni oman yvir Toftavatn, sum er kent fyri sítt ríka fuglalív.

 

Gingið verður ígjøgnum bøgarðsportrið beint áraka skúlan við Løkin. Haðani gongur leiðin gjøgnum eitt annað portur heilt úti við Rókarvegin, sum leiðir inn til parkeringsplássið framman fyri skúlan.

Toftir - Runavík
Runavík - Toftir

Toftir - Runavík

440 Skálafjarðarleiðin: https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/440-skalafjardarleidin/

444 Kambsdalur–Skálafjørður/Toftir: https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/444-kambsdalur-skalafjordur-toftir/

450 Tórshavn–Eysturoy (Tunnilsleiðin): https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/450-torshavn-eysturoy-tunnilsleidin/

 

Parkering, Toftir, Svangaskarð:

Góð parkeringsviðurskifti eru við rættina eystan fyri fótbóltsvøllirnar á Svangaskarði, sí grønu linjurnar.

Toftir - Runavík
Runavík - Toftir

Toftir - Runavík

Runavík - Toftir

Fakta

path icon
0t 30m

Tíð

path icon
1 km

longd

hilltop peak icon
87 m

Hægsta stað

family icon
86 m

Hæddarmetrar


family icon Ja. 6+
difficulty icon Miðal -
terrain icon Tað er vallað allan vegin við nógvum síðum heiðalyngi.
3°C
9 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours