Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Trongisvágur - Fámjin

  • 2020-07-21-trongisvagur-famjin-101-img-0010-jpg
    Bygdagøtan byrjar frá Mangibakka í Trongisvági, og gongur haðani niðan á Oyrnaskarð, sum sæst ovast mitt á myndini. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-trongisvagur-famjin-105-img-0016-jpg
    Í Trongisvági er væl merkt við varðum og skeltum. Eisini eru trapputrin við flestu hegnini, soleiðis at lætt er at koma tvørtur um tey. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-trongisvagur-famjin-109-img-0021-jpg
    Útsýnið út eftir Trongisvágsfirði har vit síggja Trongisvág, Tvøroyri og Froðba. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-trongisvagur-famjin-112-img-0030-jpg
    Útsýnið undir Oyrnafjalli, har vit síggja leiðina oman til har sum bygdagøtan byrjar, við viðalundina í Trongisvági. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-trongisvagur-famjin-113-img-0032-jpg
    Hvammabotnur í Trongisvági. Í miðjuni sæst hægsta fjall í Suðuroynni, Gluggarnir, 610m. Beint til vinstru, millum tær báðar djúpu gjáirnar, sæst Herðablaðið. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-trongisvagur-famjin-116-img-0036-jpg
    Útsýnið av Oyrnaskarð, í 346m hædd, oman yvir Trongisvág. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-trongisvagur-famjin-119-img-0044-jpg
    Útsýnið við varðan á Oyrnaskarð, suður móti Øravík. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-trongisvagur-famjin-120-img-0046-jpg
    Útsýnið 200m. sunnanfyri Oyrnaskarð, suður móti Øravík. Í bakgrundini síggja vit gamla vegin til Hov, sum nú er avloystur av tunlinum til Hov. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-trongisvagur-famjin-123-img-0051-jpg
    Útsýnið frá niðasta hamara í Harðgreipur, yvir á Valdaskarð, sum leiðir oman til Kirkjuvatn í Fámjin. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-trongisvagur-famjin-126-img-0063-jpg
    Bygdagøtan gjøgnum Valdaskarð. Í Bakgrundini Kirkjuvatn og Fámjin. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-trongisvagur-famjin-127-img-0065-jpg
    Stabbagrót í hamaranum norðanfyri Valdaskarð. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-trongisvagur-famjin-130-img-0078-jpg
    Avbera Vakra útsýnið frá Valdaskarði oman móti Kirkjuvatni. Í bakgrundini Fámjin. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-trongisvagur-famjin-133-img-0088-jpg
    Leiðin frá Kirkjuvatni í Fámjin niðan á Valdaskarð. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-trongisvagur-famjin-137-img-0101-jpg
    Gjøgnum rættina við KIrkjuvatn, omanfyri Fámjin. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-07-21-trongisvagur-famjin-138-img-0103-jpg
    Útsýnið omanfyri Fámjin. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Ein lættur og sera vakur túrur um Oyrnaskarð og Valdaskarð, har nógv er at síggja á leiðini

Bygdagøtan byrjar beint oman fyri viðalundina í Trongisvági. Fyrst verður gingið tvørtur um Stórá og síðan niðaneftir í Hvammhaga. Her síggja vit niðan í sermerkta Hvammabotn við sínum jøvnu og stóru víddum, sum eru umgirdar av brøttum líðum, og innast í botninum er Herðablaðið við Herðablaðsgjáunum báðumegin við. Høgrumegin Herðablaðið eru Gluggarnir, sum við sínum 610m er hægsta fjall í Suðuroy. Á leiðini niðaneftir er gott útsýni oman yvir Trongisvág og leiðina yvir í Hvannhaga við lítlu og stóru Dímun í baksýninum.


Komin tvørtur um Oyrnaskarð er stutt yvir á Valdaskarð, har gingið verður oman gjøgnum Harðgreips hamrar. Meðan gingið verður, sæst suður í Øravíkshagan.


Tað er sera vakurt at ganga um Valdaskarð, meðan Kirkjuvatn og Fámjin daga meira og meira undan. Tá ið so gingið verður oman til Kirkjuvatn, síggjast flottu hamrarnir til báðar síður. Høgrumegin, kallað Undir Homrum, verður gingið tætt undir tí niðasta hamrinum, sum er rættiliga høgur hamari úr vøkrum stabbagróti.


Haðan verður gingið fram við Kirkjuvatni, og síðan sunnanvert ánna gjøgnum rættina oman til Fámjin.


Farleiðin er væl merkt við varðum allan vegin frá parkeringsplássinum í Trongisvági til Fámjin.


Til ber at ganga túrin báðumegin frá. Túrurin er eitt sindur lættari at ganga úr Trongisvági

Trongisvágur - Fámjin
Fámjin - Trongisvágur

Trongisvágur - Fámjin

Leið 701 koyrir millum Famjin – Tvøroyri – Sandvík. Flestu av túrunum eru sokallaðir T-túrar, t.e. teir skulu tilkallast 1 tíma fyri fráferð, sum nærri er greitt frá á heimasíðuni hjá ssl.fo.

Parkering, Trongisvágur
Set bilin í Trongisvági við vegjaðaran á høvuðsvegnum 175 metrar vestan fyri viðarlundina – sí grønu linjuna. Haðan verður farið um ánna og niðan um vegin “í Lambyrgi”, har skeltið “Gl. Famjinsgøtan” vísir vegin niðan á bygdagøtuna – sí bláu strikurnar.

 

 

  • trongisvagur-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • trongisvagur-1-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • trongisvagur-3-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • trongisvagur-2-png
    Bláa linjan vísir byrjunarstað

Fámjin - Trongisvágur

Leið 701 koyrir millum Famjin – Tvøroyri – Sandvík. Flestu av túrunum eru sokallaðir T-túrar, t.e. teir skulu tilkallast 1 tíma fyri fráferð, sum nærri er greitt frá á heimasíðuni hjá ssl.fo.

Parkering, Fámjin
Í Fámjin er gott pláss at seta bilin frá sær við kirkjuna, t.d. fram við vegnum oman ímóti fjøruni (mølini) – sí grønu linjuna. Haðan verður gingið eftir bláu linjuni tvørtur um brúnna og haðan niðaneftir og út ígjøgnum rættina. 

  • famjin-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • famjin-1-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
  • famjin-2-png
    Bláa linjan vísir byrjunarstað
Trongisvágur - Fámjin
Fámjin - Trongisvágur

Trongisvágur - Fámjin

Fámjin - Trongisvágur

Fakta

path icon
2t 0m

Tíð

path icon
6 km

longd

hilltop peak icon
346 m

Hægsta stað

family icon
327 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin hóskar seg til børn yvir 8 ár. Onkrar líðir eru eitt sindur brattar, umframt at gingið verður gjøgnum onkran lítlan hamar. Eitt sindur langt, og nógvir hæddarmetrar eru
difficulty icon Miðal - Hóast eitt sindur bratt úr Valdaskarði oman til Kirkjuvatn, so er vallað og gott at ganga
terrain icon Vallað og gott at ganga meginpartin av túrinum. Eitt sindur av leysum gróti gjøgnum smáu Harðgreips hamrarnar millum bæði skørðini. Eitt sindur bratt oman frá Valdaskarð og oman til Fámjins
4°C
11 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours