Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Hoydalar
Søguríkt øki við náttúru, mentan og væl umtóktum gøtum
Hoydalar er eitt søguríkt og grønt øki í Havnini, har náttúra og fleiri kapitlar í føroyskari samfelagssøgu renna saman. Í 1908 varð elsti bygningurin á økinum bygdur sum tuberklasjúkrahús, vanliga nevnt Sanatoriið. Seinni gjørdist økið karmur um Føroya Studentaskúla og HF-skeið, sum flutti í Hoydalar í 1962.
Í áratíggju setti skúlalívið sín dám á Hoydalar, til undirvísingin flutti úr økinum í 2018. Í dag eru Hoydalar eisini eitt væl umtókt útferðarøki. Gøturnar verða nógv nýttar til gongu og súkkling, og hiðani ber til at halda leiðina fram eftir gøtuni Yviri við Strond. Økið er gott til ein steðg ella ein ís í grønu umhvørvunum og verður javnan brúkt sum karmur um ymisk tiltøk
Upplatingartíðir
-
Stongt