Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Hvalastøðin við Áir
Vitja síðstu varðveittu hvalastøðina á norðaru heimshálvu
Hvalastøðin við Áir er tann seinasta av teimum sjey hvalastøðunum, sum vórðu settar upp í Føroyum millum 1894 og 1905. Tað vóru norskar fyritøkur, sum fóru í holt við vinnuliga hvalaveiði í Føroyum, og Hvalastøðin við Áir er tí norskur ídnaðararvur.
Chr. Salvesen & Co., ein norsk fyritøka í Skotlandi, setti Hvalastøðina við Áir upp í 1905. Støðin skifti eigarar fleiri ferðir. Í 1958 helt P/F Hvalarakstur hjá J.F. Kjølbro uppat, og í 1960- og 1970-árunum minkaði veiðan. Tann síðsti hvalurin varð skotin og flensaður á støðini í 1984.
Í dag er Hvalastøðin savn. Hús, bygningar og útgerð standa eftir sum minnir um eitt serligt tíðarskeið í føroysku ínaðarsøguni. Tjóðsavnið varðar av Hvalastøðini og arbeiðir við at varðveita og miðla hana.
Bústaður
Við Áir
Streymoy
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Søguligt stað
- WC
- Kortgjald
- Møguligt at bíleggja pláss
- Parkering
- Familjuvinarligt
- Bólkar