Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Klaksvíkar Róðrarfelag
Nútímans kappróðrarneyst og heimstaður hjá Klaksvíkar Róðrarfelag
Við sjóvarmálan við Biskupstorg stendur nýggja kappróðrarneystið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Neystið er teknað av Henning Larsen Architects og er eitt nútímans venjingarhús við øllum hentleikum til rógvarar og bátar. Við íblástri frá føroysku neystalonunum er tað samstundis eitt sermerkt og vakurt íkast til havnalagið í Klaksvík.
Klaksvíkar Róðrarfelag heldur til í neystinum við fleiri kappróðrarbátum. Kappróður er tjóðarítróttur føroyinga og ein týðandi partur av føroyska summarinum, tá manningar úr øllum landinum kappast á stevnum kring oyggjarnar.
Fyrr var vanligt, at manningarnar fóru á flot fyrstu ferð eftir flaggdagin 25. apríl. Í dag verður vant á rógvimaskinum alt árið, og tá ið veðrið loyvir, verða bátarnir flotaðir og manningarnar fara út at venja.
Neystið er eitt virkið venjingarstað og tí ikki vanligt ferðavinnustað, men ferðandi eru vælkomin at hyggja at sermerkta bygninginum uttanífrá. Ert tú har, tá ein manning flotar bátin, fært tú samstundis eitt lítið innlit í føroyska kappróðrarmentan.
Bústaður
Neystið
Norðoyggjar
Upplatingartíðir
-
Stongt