Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Norðoya Fornminnasavn
Kom inn í gomlu Klaksvíkina og fá eitt innlit í lívið fyrr í tíðini
Stíg inn í ein part av søguni hjá Klaksvík í gomlu handilshúsunum, har Norðoya Fornminnissavn heldur til. Húsini vóru upprunaliga partur av Kongaliga Einahandlinum og eru millum elstu bygningar í býnum.
Á savninum kanst tú síggja eina ørgrynnu av gomlum lutum og fáa innlit í gerandislív, handil og arbeiði í Klaksvík fyrr í tíðini. Her er eisini gamla apotekið í Klaksvík varðveitt í hølunum, har tað upprunaliga helt til.
Um jóltíðir ber aftur til at uppliva handilin sum hann var tá omma var í velmaktini. Har angar av søgu og nostalgi, og tú kanst keypa blandað bomm í eitt kramarhús.
Upplatingartíðir
30. mai – 15. september
Mánadag – fríggjadag kl. 11–15
Sunnu- og halgidagar er opið eftir avtalu.
Bústaður
86 Klaksviksvegur, Klaksvík 700, Faroe Islands
Norðoyggjar
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Søguligt stað
- WC
- Kortgjald
- Møguligt at bíleggja pláss
- Parkering
- Familjuvinarligt
- Bólkar