Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Saunagos við Sjógv í Kollafirði
Løta við hita, kulda, góðum angum, ró og nýggjari orku fyri bæði likam og sál
Standardgos: Vit byrja hvørt saunagos við einari stuttari andadráttarvenjing, sum skapar ró og nærveru.
Okkara gosmeistari leiðir teg síðani ígjøgnum tríggjar saunarundir, har hiti, kuldi, angandi eteriskar oljur og huglagsskapandi tónleikur geva tær eina serstaka uppliving fyri kropp og sinn.
Millum rundurnar kanst tú køla teg niður í sjónum ella í okkara køldu kørum og njóta vakra umhvørvið við sjógvin og fjøllunum í Kollafirði.
Í hvíldarrúminum bjóða vit vatn, te, saltstengur o.a..
Kom og uppliv kraftina í samspælinum millum hita og kulda í hjartanum av føroysku náttúruni.
Privat saunagos fyri bólkar: 75 minuttir saunagos við gosmeistara frá AK-SAUNA.FO, har angandi oljur, róligur tónleikur og eyka forkelilsi fær tykkum at steðga heilt á og finna tykkara innara frið. Hóskar serliga væl til tykkum, sum ynskja at deila eina serliga uppliving saman við starvsfeløgum, vinum ella familju.
Okkara gosmeistari vegleiðir tykkum ígjøgnum 3 saunarundir á uml. 15-20 minuttir, har vit hava víðkaðar andadráttsrørslur. Millum rundurnar kanst tú køla teg niður á sjónum ella í okkara køldu kørum og njóta vakra umhvørvið við sjógvin og fjøllunum í Kollafirði.
Eisini verða tit forkelaði eitt sindur eyka við andlitsmasku og saltskrubb til kroppin.
Bústaður
438W+56R, Við Sjógv, Kollafjørður 410, Faroe Islands
Streymoy
Upplatingartíðir
-
Stongt