Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Saunagos við Sjógv í Kollafirði

  • Hjá okkum snýr saunagos seg um meira enn bert hita og kulda. Vit meina at rætta samansetingin av hita, kullda, anga og friði skapar eina djúpari javnvág millum kropp og sinn. Saunagos er ein uppliving, ið styrkir vælveru, nærveru og innara ró.

Løta við hita, kulda, góðum angum, ró og nýggjari orku fyri bæði likam og sál

Standardgos: Vit byrja hvørt saunagos við einari stuttari andadráttarvenjing, sum skapar ró og nærveru.
Okkara gosmeistari leiðir teg síðani ígjøgnum tríggjar saunarundir, har hiti, kuldi, angandi eteriskar oljur og huglagsskapandi tónleikur geva tær eina serstaka uppliving fyri kropp og sinn.
Millum rundurnar kanst tú køla teg niður í sjónum ella í okkara køldu kørum og njóta vakra umhvørvið við sjógvin og fjøllunum í Kollafirði.
Í hvíldarrúminum bjóða vit vatn, te, saltstengur o.a..
Kom og uppliv kraftina í samspælinum millum hita og kulda í hjartanum av føroysku náttúruni.

Privat saunagos fyri bólkar: 75 minuttir saunagos við gosmeistara frá AK-SAUNA.FO, har angandi oljur, róligur tónleikur og eyka forkelilsi fær tykkum at steðga heilt á og finna tykkara innara frið. Hóskar serliga væl til tykkum, sum ynskja at deila eina serliga uppliving saman við starvsfeløgum, vinum ella familju.

Okkara gosmeistari vegleiðir tykkum ígjøgnum 3 saunarundir á uml. 15-20 minuttir, har vit hava víðkaðar andadráttsrørslur. Millum rundurnar kanst tú køla teg niður á sjónum ella í okkara køldu kørum og njóta vakra umhvørvið við sjógvin og fjøllunum í Kollafirði.

Eisini verða tit forkelaði eitt sindur eyka við andlitsmasku og saltskrubb til kroppin.

Bústaður

438W+56R, Við Sjógv, Kollafjørður 410, Faroe Islands

Streymoy