Hotell
Í Vágum eru tvey hotell at velja ímillum. Bæði eru væl egnaði til at búgva í, meðan tú vitjar á oynni.
Hotel Magenta er eitt lítið hotell og gistingarhús í Miðvági. Kømurini eru ymisk og væl útgjørd. Hotellið liggur 10 minuttir frá flogvøllinum.
Hotel Vágar er eitt nýumvælt flogvallarhotell í Sørvági. Tað er eitt gott val til ferðandi, sum koma ella fara úr Føroyum. Hotellið liggur í gongufrástøðu frá flogvøllinum.