Miðvágs kirkja

Miðvágs kirkja – ein kirkja við sál, stíl og søgu

Núverandi kirkjan í Miðvági varð bygd beint eftir kríggið. Grundarsteinurin varð lagdur á fyrsta tríeindarsunnudegi í 1948, og kirkjan varð vígd tann 28. september í 1952. Hóast hon er ein av teimum yngru kirkjunum í landinum, hevur hon sín heilt egna dám og sermerktan søguligan týdning fyri bygdina.

Tað var Heini Joensen, borgarstjóri í Miðvági tá í tíðini, sum teknaði kirkjuna – longu í mai 1930. Hann hevði lært í Bergen í Vesturnoregi, og tann norski Jugend-stílurin sæst týðiliga aftur í smálutunum í kirkjuni, bæði í bygnaði og í listarliga prýðnum. Alt útskurðararbeiðið í kirkjuni gjørdi Hans Jørgensen, sum eisini hevur verið virkin í kirkjulívinum í mong ár. Altartalvan er málað av føroyska listamanninum Torbirni Olsen og varð avdúkað langafríggjadag í ár 2000. Hon sýnir Jesus á krossinum – eins og tann eldra altartalvan, sum áður hekk í kirkjuni.

Tað, sum nógv helst minnast best, er ljósastakin, sum stendur á altarborðinum. Søgnin sigur, at tað er júst hesin stakurin, sum Beinta – hin víðagitna prestakona – brúkti til at skaða Peder Arrheboe. Sjálvt eftir varðveitslu síggjast framvegis slit og rivur á stakanum. Hin stakin, sum stendur hinumegin, er heilt slættur og óskaddur.

 

Upplatingartíðir í summar (til og við 16. september):
Mikudag, hósdag og leygardag kl. 13.00 – 15.00

 

Bílegging fyri bólkar:
Hans Jørgensen
📞 +298 28 83 18
✉️ midvags@kirkja.fo