Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Høvundakorterið – Snorri Brend

BÓKADAGAR 2026: Bókaaktuellir høvundar lesa upp

Rithøvundurin Snorri Brend lesur upp úr bókini Stór er tín trúfesti – Mikladals kirkja 111 ár.
Bókin Stór er tín trúfesti – Mikladals kirkja 111 ár er júst er útkomin. Komið og hoyrið nakrar anektodur úr longu søguni.   
Var tað nú Fríðrikur Petersen, próstur, ið vígdi kirkjuna í 1915, sum tey flestu halda? Ella var tað kanska A.C. Evensen? Eisini verður fortalt um ta dramatisku altartalvuna frá 1949, sum var seinasta listaverkið hjá Jógvani Waagstein. At enda hoyra vit eina stuttliga jólasøgu um Magnus Eliassen, organist og klokkara, og eitt tónlistaligt slips, ið brádliga fór undir at spæla í bestu kirkjutíð.
Bókin er fimta bókin, sum Snorri Brend hevur útgivið. Tær fyrru eru Hon fór út (1999) – um Kaju Lamhauge, ið fór til Nigeria sum trúboðari bert 23 ára gomul, Hetta er okkara bygd (2016) – um bygdina Norðdepil, sum fylti 150 ár, Vit liva og virka (2021) – um MEGD, sum fylti 40 ár, og Ljósið á Oyruni (2024) – um Hvannasunds kirkju, sum fylti 75 ár.
Høvundakorterið er tiltaksrøð hjá Rithøvundafelag Føroya, har limir nýta høvi at lesa upp úr egnum nýprentaðum tekstum. 
Fyriskipari: Rithøvundafelag Føroya

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur