Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Mother Boy

Hóskvølds jazzur í Listastovuni

Eftir summarsteðgin letur Listastovan aftur dyrnar upp fyri livandi tónleiki. Fyrsta konsertin verður við altjóða jazzbólkinum Mother Boy, sum savnar fýra av fremstu jazztónleikarunum úr Niðurlondum, USA, Noregi og Føroyum.

Mother Boy spælir modernaðan jazz við einum norðurlendskum dámi, vibrafon, altsaksofon, bassur og trummur skapa ein ljóðheim, sum hvílir á einari sterkari rútmiskari grund.

Samspælið er frítt og ævintýrligt, men samstundis merkt av nærleika og inniligheit. Tónleikurin verður skaptur í løtuni, og við dirvi flyta tónleikararnir seg út um vanligu karmarnar fyri modernaðan jazz.

Mother Boy eru:
• Kika Sprangers – altsaksofon
• Sasha Berliner – vibrafon
• Bárður Reinert Poulsen – bass
• Simon Olderskog Albertsen – trummur

Motherboy spælir Í Listastovuni hóskvøldið 6. August kl. 20.30.

Bústaður

Listastovan

Gummaldagøta 2

Vágar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar