Almennur flutningur
Ein góður máti at ferðast runt í Vágum – og í Føroyum sum heild – er við almennum flutningi. Í Vágum koyra bussar millum allar bygdir, og um summarið er dagligt ferjusamband millum Vágar og Mykines. Ferðaseðlar til ferjuna fáast á mykines.fo Allar ferðaætlanir og prísir fyri bæði bussar og ferjur eru at finna á ssl.fo.
Allar ferjur og bussar taka ímóti gjaldskortum.
Tyrlusamband
Atlantic Airways rekur tyrlufluting millum oyggjarnar og hevur eina ferðaætlan, sum er galdandi alt árið.
Endamálið við tænastuni er fyrst og fremst at flyta fólk og vørur til og frá oyggjum við fastbúgvum – og Mykines er ein teirra. Ferðaætlan og prísir eru at finna á atlantic.fo
Um tú bíleggur tyrlu aðra leiðina og ferju hina – og ferjan verður avlýst – fært tú ikki endurgoldið fyri tyrluferðina. Avlýsingar av tyrluferðum mugu gerast í seinasta lagi 24 tímar áðrenn fráferð.
Vágar omanífrá
Hevur tú hug at royna ein tyrlutúr, mælir Atlantic Airways til sína vikuligu ferð:
“Experience Vágar from Above” – har tú sært fleiri av vakrastu støðunum í økinum omanífrá. Les meira her.