Hýruvognar 

Taxi í Vágum

Olsen Taxi heldur til í bygdini Sandavági, einans 15 minuttir frá flogvøllinum. Felagið bjóðar ymiskar útferðir og túrar – millum annað koyring millum bygdir í Vágum, flutning til og frá flogvøllinum, og túrar til høvuðsstaðin og aðrar bygdir. Niðanfyri sært tú eitt úrval av hýruvognsfyritøkum, sum vanliga eru at finna uttanfyri flogvøllin í sambandi við fráferðir og komur. Uttan fyri hesar tíðir, um eingin er tøkur í Vágum, má ein hýruvognur koyra úr Havn – og tað kann taka upp til ein tíma.