Múlafossur

Gásadalur er ein sermerkt bygd, sum liggur heilt vesturi í Vágum. Her búgva einans 13 fólk (fólkatal 2023), og hóast hon er lítil í stødd, rúmar hon sermerktan frið frið og náttúruvøkrum upplivingum, sum fá onnur pláss í Føroyum. Bygdin hevur eitt heilt serligt lyndi – rólig, avbyrgd og óvanliga vøkur – sum ein staður tikin beinleiðis úr postkorti.

Fram til 2005 var eingin koyrivegur til Gásadals. Fólk máttu ganga um fjall ella fara við báti, og hetta gjørdi bygdarstøðini fjarskotin og óspilt av nútímans ávirkan. Í dag ber lætt til at koyra gjøgnum tunnilin úr grannabygdini Bø, men hóast moderniseringina hevur Gásadalur varðveitt sín dám – her er enn friðsælt og ótrúliga vakurt.

Tað, sum serliga dregur fólk til Gásadals, er Múlafossur – tann víðagitni fossurin, sum rennur úr grøna lendinum og dettur beint niður í havið. Tað er ein sjón, sum fær fólk at steðga á og bara njóta løtuna. Veðurlagið í Føroyum broytist støðugt, og tað ger eisini, at Múlafossur altíð vísir seg úr nýggjum. Summardagar við sól og lívd, vetrarkvøld við mjørka, sólsetur við gyltum ljósbroti – hvør uppliving er serstøk, og mangan eitt lítið ævintýr. Fossurin er ein dreymastaður hjá myndafólki og øllum, sum elska náttúruna í sínum upprunaliga skapnaði.

Útsýnisstaðið við fossinum liggur bert eini fimm minuttir til gongu frá bygdini. Her fært tú ikki bara útsýnið til fossin, men eisini vakran sjónarring yvir bygdina sjálva og heilt út til Mykinesar, sum rísur úr havinum beint vestanfyri.

Tað er týdningarmikið at virða náttúruna í Gásadali. Økið kring fossin er bratt og viðbrekið, og tí eigur tú at halda teg til tær merktu gøturnar og vegvísingarnar, sum eru settar upp. Ikki ganga uttanfyri girðingar og minnist at parkera bilin í tí markaða parkeringsøkinum – restina av leiðini kanst tú ganga, og tað tekur bara einar fimm minuttir. Tað er eisini umráðandi at minnast til: Ikki koyra á bønum.

Gásadalur er eitt stað, har tú ikki bara tekur myndir – tú tekur eina løtu til tín sjálvs. Her er tíð til at anda djúpt, steðga á og uppliva tað, sum ger Føroyar til nakað heilt serligt.