Trøllkonufingur

Eystanfyri Sandavág er ein 313 metur høgur tindur: Trøllkonufingur.

Túrurin er 1,4 km (einvegis) og tekur uml. 20 min. at ganga.

Tey gomlu søgdu, at hetta var fingurin á einari trøllkonu, sum ætlaði at blaka Vágar vestur til Íslands. Tá ið sólin kom upp, varð hon til stein og sakk í hav. Upp úr sjónum standa bara fingurin og nakkin á henni - tað er Koltursnakkur.

Søgn er, at einaferð gjørdi ein maður tað roysni at klíva upp á toppin á Trøllkonufingri. Tá ið hann var niðuraftur komin, sá hann, at hann hevði gloymt annan vøttin eftir. Og so errin var hann nú, at hann fór upp aftur eftir honum. Men tá datt hann oman. 

Samanlagt hava 11 fólk verið á toppinum, seinast í 2016. 
(Dagført í 2022)

MINST TIL:
- Gakk altíð eftir gøtuni.
- Lat plantur, grót, egg og ungar fáa frið í haganum.
- Lat altíð portið aftur eftir teg.
- Tak altíð burturkast heim við tær.

Tað er bert loyvt eigarum at koyra efter gamla vegnum út til Trøllkonufingur. Øll onnur verða biðin um at seta bilin á uppmerkta parkeringsplássið. 

Sjá skeltið ávegis út Trøllkonufingur