Leigubussar
Giljanes Bussar – Leigubussar
Giljanes Bussar er ein lokal fyritøka við høvuðsskrivstovu í Miðvági, sum bjóðar leigubussflutning kring allar Føroyar. Hóast fyritøkan heldur til í Vágum, koyra teir viðskiftafólk víða um landið.
Fyritøkan hevur bussar í ymsum støddum, sum hóska til bólkar av øllum slag – eitt upplagt val til leiðsagdar túrar og útferðir kring oyggjarnar.