Bøsdalafossur & Geituskoradrangur

Bøsdalafossur er fossurin, sum rennur úr Leitisvatni (eisini kallað Sørvágsvatn) og beint út í Atlantshavið. Hann er umleið 30 metrar høgur.

Tað er ein stórsligin uppliving at standa og hyggja at Bøsdalafossi, sum dundrar útav og niður í havið. Økið her – við fossinum, vatninum og havinum – vísir seg ofta frá síni mest dramatisku síðu, serliga um veturin, tá veðrið og náttúrukreftirnar royna seg.

Tá tú kemur út á brúnna við fossin, sært tú leivdirnar av bygningum, sum bretar lótu eftir seg í Vágum eftir Seinna Heimsbardaga. Túsundtals bretskir hermenn vóru í Føroyum undir krígnum – serliga í Vágum. Tað vóru eisini teir, sum bygdu flogvøllin.

Geituskoradrangur er tann vakri drangurin, sum sæst úr somu síðu sum Bøsdalafossur. Tú kanst ganga yvirum Bøsdalsá á steinunum, sum liggja sum trin, og síðani taka túrin víðari upp til eina gjógv, har tú fært eitt gott útsýni. Haðani sært tú Geituskoradrang, fuglabjørgini á Sørvágsbjørgunum, Mykines, Mykineshólm – og suðureftir sært tú eisini Sandoynna, Skúvoy og Suðuroy.

Til ber at ganga túr í økinum, men tað krevur at tú rindar eitt lítið gjald.

Øll, sum fara túrin, skulu inn um høvuðsportið og skráseta seg hjá eigarunum, áðrenn tey fara út á leiðina. Meira kunning og møguleikar at keypa atgongd til gonguleiðina finnur tú á tralanipan.fo – og eisini á hiking.fo og guidetofaroeislands.fo.