Flutnigur/transport

ALMENNUR FLUTNINGUR 

Ein góður háttur at ferðast runt á Vágum og í Føroyum sum heild er at brúka almennan flutning. Í Vágum koyra bussar millum allar bygdirnar, og um summarið er dagligt ferjusamband millum Vágar og Mykines.

Les meira um almennan flutning her.

TYRLA

Atlantic Airways umsitur tyrlutænastuna kring oyggjarnar og hevur eina fastlagda ferðaætlan alt árið runt. Les meira her.

 

RUNDFERÐ VIÐ TYRLU

Um tú ynskir eina tyrluferð, mæla vit til vikuliga túrin hjá Atlantic Airways – 'Uppliv Vágar úr erva' – sum tekur teg til øll tey mest sjaldsomu og vakrastu støðini á Vágum.  Les meira her.

BILALEIGA

Tað eru fleiri bilaleigur, sum bjóða bæði útleigan og møguleika at heinta og lata bilin inn á Vága Floghavn. Skrivstovurnar eru beint við terminalin.  Les meira her.

BUSSAR

Vit hava eina lokala bussfyritøku. Bussarnir eru vælegnaðir til bólkaferðir og kunnu heinta tykkum hvar sum helst og koyra tykkum runt í øllum Føroyum.

TAXA

Tú finnur ein taxa uttan fyri terminalin í sambandi við allar fráferðir og komur á flogvøllinum. Les meira her. 

Useful links for 

Getting Around