Føroya vakrasta hálvmaraton
Rutan førir teg gjøgnum allar bygdirnar á oynni og byrjar í vøkru bygdini Gásadali. Hon bjóðar útsýni yvir oynna Mykines, hólmin Tindhólm, vøkru bygdina Bø, víðari til Sørvág, fram við Vága floghavn, eftir vatninum, sum lokalt verður kallað Sørvágsvatn ella Leitisvatn, alt eftir, hvørja bygd tú kemur úr. Rutan fer fram við lítlu bygdini Vatnsoyrum, víðari til Miðvág, har útsýnið til Trælanípu, Koltur og Trøllkonufingur er stórfingið, og endar við mállinjuna við søguligu kirkjuna í Sandavági.
Eftir renningina hittast luttakarar til ein lættan bita og máltíð.
Tað ber eisini til at ganga rutuna og við tí stuðla Føroyska Krabbameinsfelagnum. Fyri hvørt teknað luttakarapláss verða 100 krónur latnar felagnum.
Renningin verður skipað av lokala rennifelagnum Frælsi og verður hildin fyrsta leygardag í september hvørt ár.