Vestanstevna

Vestanstevna er ein árlig bygdastevna í Vágum, sum verður hildin í juni, vanliga tvær vikur áðrenn Ólavsøkuaftan.

Bygdirnar Sandavágur, Miðvágur og Sørvágur skiftast um at vera vertir fyri stevnuni. Skráin fevnir um tiltøk sum kappróður við føroyskum bátum, eitt lítið tivoli til børn, framsýningar, konsertir og onnur tiltøk.

Inntøkan frá stevnuni fer til ítróttarfeløgini í Vágum.