Listastovan

Listastovan er eitt mentanarhús í Miðvági. Endamálið er at skapa og menna tónleika- og listamentan, samstundis sum hon hækkar mentanarligu tilvitanina í vestara parti av Føroyum. Listastovan skipar fyri konsertum, framsýningum, sjónleikum og øðrum mentanartiltøkum gjøgnum árið.