
Húsagongd
Í mai verður gamli býlingurin í Sandavági umgjørdur til eitt konsertøki – ella rættari sagt, fleiri smærri pallar í eina nátt. Tiltakið sameinir føroyskt gestablídni og tónleik, sum er ein týðandi partur av føroysku mentanini.
Húsagongd tekur hugtakið "live og nærverandi" til tað ítarsta, tá fólk lata dyrnar upp og bjóða gestum inn í síni heim at uppliva tónleik í einum hugnaligum umhvørvi.
Atgongumerki til hetta væl umtókta tiltakið verða vanliga sett til sølu í desember.