Hostel & Kamping

Í Vágum finnur tú bæði eitt hostel og eitt kampingøki – Giljanes Hostel og Giljanes Camping. Tey liggja millum Sandavág og Miðvág, beint við høvuðsvegnum og tætt við busssteðgistað.

Á kampingøkinum er pláss bæði til tjøld og kampingvognar, og hostellið er eitt einfalt og rímiligt gistingartilboð fyri ferðafólk, sum vilja búgva mitt í náttúruvøkrum umhvørvi.