Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Alzheimerfelagið 25 ár

Ráðstevna um demens

Í sambandi við, at Alzheimerfelagið í Føroyum hevur 25 ára stovningardag, verður áhugaverd ráðstevna á altjóða Alzheimerdegnum 21. september. Lív Mikkelsen fer at leiða ráðstevnuna, sum er býtt upp í tveir partar. Tann fyrri er um dagin, og tann seinni er um kvøldið. 
Kostnaður um dagin er 615 kr. Kostnaður um kvøldið er 215 kr.
Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á demensøkið – bæði faklig og persónlig viðurskifti, sum lýsa avbjóðingar, málburð, og hvussu øll familjan verður ávirkað, tá ið sjúkan rakar. Men eisini, hvussu tilveran við demenssjúku framvegis kann vera góð, tá ið umstøðurnar eru góðar.
Ráðstevnan hevur spennandi skrá til bæði fakfólk, avvarðandi, politikarar og øll við áhuga fyri demensøkinum. Tak skránna niður her.
SKRÁIN UM DAGIN

Vælkomin og setan, Naina Túgvustein, forkvinna og Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýrisskvinna 
Hvordan kan vi forstå mennesker, som lever med demens, og hvordan kan vi ”tale” demenssprog, Anneke Dapper-Skaaning, cand. psych.aut., serfrøðingur á demensøkinum 
Kaffisteðgur 
Framhald, Anneke Dapper-Skaaning
Verkætlan – Kommunal demenssamskipan í Føroyum, Unn Justinussen, næstforkvinna í Alzheimerfelagnum
Miðmáli
Demens.fo 2026 – status og framtíðin, Tormóður Stórá, leiðari á Psykiatriska deplinum Maskering sum umsorganarstrategi – Gerandisdagur og leiklutur hjá avvarðandi, Barbara Egilstrøð, ph.d. í fólkaheilsu og granskari innan arbeiðsumhvørvi og heilsu
Støðan hjá avvarðandi at persónum við demenssjúku í Føroyum, Maria Skaalum Petersen, professari, Heilsu granskingareindin í Sjúkrahúsverkinum og Sára S. Reinert, námslektari á deildini fyri Heilsu- og  sjúkrarøktarvísindi, Fróðskaparsetur Føroya
Alzheimerfelagið 25 ár. Tøgnin fekk eina rødd, bókaútgáva, Naina Túgvustein og Hilmar Jan Hansen
Kaffisteðgur
Filmsýning, Birita, 90 minuttir

Ráðstevnan um dagin endar væntandi kl 17.05. 
SKRÁIN UM KVØLDIÐ

Vælkomin, Naina Túgvustein
At vera avvarðandi, Flemming Østergaard (Don Ø), greiðir frá um at vera avvarðandi, og síðani prátar Lív Mikkelsen við hann
Tónleikur og prát, Stanley Samuelsen spælir nøkur løg, og síðani prátar Durita Fagradal Augustinussen við hann og konu hansara, Merete Messmann
Alzheimerfelagið 25 ár. Tøgnin fekk eina rødd, bókaútgáva, Naina Túgvustein og Hilmar Jan Hansen  greiða frá
At minnast tey, sum gloyma, Jens Jákup Hansen
Hvordan skaber man det gode liv med demens – et opgør med fordomme, Anneke Dapper-Skaaning, cand. psych.aut., serfrøðingur á demensøkinum
Steðgur
Verkætlan – Kommunal demenssamskipan í Føroyum, Unn Justinussen, næstforkvinna í Alzheimerfelagnum 

Ráðstevnan um kvøldið endar væntandi kl 22.00.
 
 
 

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar