Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Fólkatónleikastevnan á ólavsøku
Fleiri bólkar spæla.
Tær árligu konsertirnar á ólavsøku við fólkatónleiki. Fleiri bólkar spæla. Eftir stóra undirtøku undanfarin ár verður vælumtókta fólkatónleikatiltakið aftur á skránni á Reinsarínum á ólavsøku.
Her verður høvi at uppliva eina rúgvu av góðum føroyskum fólkatónleiki, felagssangi og ólavsøkustemningi. Dyrnar standa opnar, og øll eru hjartaliga vælkomin. Bæði tey, sum kenna hvønn sang uttanat, og tey, sum bara hava hug at njóta góða løtuna.
Á skránni eru fleiri dugnalig tónleikanøvn, sum saman fara at skapa tvey góðkvøld við góðum tónleiki, góðum lag og góðum felagsskapi.
Og tað besta av øllum? Tað er púra ókeypis at vera við.
Skráin 28. juli
- Jógvan Andrias Joensen og Edvard Nyholm Debes
- Spælifrøi
- Holgar Jacobsen
- Villu Veski og Kristian Blak
- ASA
- Sharon's Men
Skráin 29. juli
- Lív Næs & co
- ÁMIR
- Barry Nisbet og Kristian Blak
- Janus og Iðunn
- Jógvan
- Katrina Petersen & co
Bústaður
Reinsaríið
7A Tórsgøta
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar