Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Guided Tour of the Scherzo Summer Exhibition

Guided tour of Scherzo – discover Faroese contemporary art.

Høli: Forhøllin
Longd: 45 min

Hvat eyðkennir føroyska samtíðarlist beint nú? Á ólavsøku vísa vit runt í ársins summarframsýning, Scherzo. Her fært tú eitt neyvari og spennandi innlit í føroyska samtíðarlist.

Luttakandi listafólk eru: Hansina Iversen, SUPERVISJÓN við Lív Mariu Róadóttur Jæger og Lasse Jæger, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Silja Strøm, Jens Dam Ziska, Dan Helgi Helgason í Gong og Vár B. Samuelsen. Kinna Poulsen hevur kuraterað.

Verkini fevna víða bæði í úttrykki og tilfari: her eru málningar, grafikkur, standmyndir, tekstil, ljóð, video og tekstir, sum verða sameind av einum felags vitalum ekspressiviteti, intensiteti og kanti.

Túrurin er ókeypis og eingin tilmelding er neyðug. Frásøgufólk er Turið Johannessen, produsentur í Norðurlandahúsinum við ábyrgd fyri visuellari list.

Rundvísingar á føroyskum:

Ólavsøkuaftan, 28. juli kl. 12.00

Ólavsøkudag, 29. juli kl. 14.00

Rundvísingar fyri børnum á føroyskum eru 28. juli kl. 14.00 og 29. juli kl. 15.00. Meira kunning her.

Rundvísingar á enskum:

Ólavsøkuaftan, 28. juli kl. 13.00

Ólavsøkudag, 29. juli kl. 13.00

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur