Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Ólavsøkukonsert í Tutl: Holgar

Ólavsøkudag kemur trubadururin Holgar Jacobsen at framføra nakrar sangir í Tutl

Holgar gleðir seg at framføra eitt úrval av teimum løgunum, hann hevur givið út í samstarvi við Tutl seinastu árini. Tað verður ein hugnalig løta við gittara og djúpari rødd – erlig, persónlig og full av søgum.

Holgar er ættaður úr Sørvági og hevur í áratíggju verið eitt kent navn á føroyska tónleikapallinum. Umframt at hava spælt í bólkum sum Enterprice, Ghost Riders, Tinganest, Næturljóð og Villmenn, hevur hann eisini bygt sær eitt sterkt navn sum solotónleikari og trubadur, við meira enn 100 útgivnum løgum. Tónleikurin er eyðkendur av íblástri úr fólkatónleiki, blues, country rock og viðhvørt reggae, og løgini bera altíð brá av hansara sermerkta og trúfasta tónleikaliga samleika.

Kom og njót eina hugnaliga Ólavsøkukonsert við einum av royndastu sangskrivarunum í Føroyum. Vit gleða okkum at síggja teg í Tutl!

– Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Bústaður

Tutl Faroese Label and Music Store

9 Niels Finsens gøta

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur