Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Ólavsøkukonsert í Tutl: Kalas

Ólavsøkuaftan kemur Kalas at framføra eina stutta konsert í handlinum hjá okkum

Kalas er ein av førandi fólkatónleikabólkunum í Føroyum, og tað eru tær fýra vinkonurnar Døgg Jógvansdóttir úr Dímun (violin), Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen (akkordion), Bjørt Holm (sello) og Sigrið F. Hansen (kontrabass), ið eru handan bólkin.
Tær fóru allar at spæla tónleik í 2010 í samband við tónleikaverkætlanina „Litir í Leiki“ í Kommunuskúlanum í Havn, og haðani fingu tær klassiska tónleikaheimin sum bakland. Tær hava allar hvør í sínum lagi verið virknar á høgum støði innan klassiska tónleikin síðan, millum annað hava tær vunnið fleiri virðislønir í
tónleikakappingum sum Stella Polaris og Crescendo kamartónleikakappingin, báðar í Føroyum, og Berlingske Klassiske Musikkonkurence í Danmark. Tær hava verið virknar í Tórshavnar Musikkskúla, har tær hava fingið holla undirvísing, tikið trý ára útbúgvingina „Musikkskúlamiðnám”, og í mong ár eisini spælt við í Føroya Symfoniorkestri.

Á Ólavsøku koma tær at framføra fyri okkum í Tutl. Øll eru vælkomin til eina hugnaliga løtu í Tutl!
-Konsertin er stuðlað av Økistónum

Bústaður

Tutl Faroese Label and Music Store

9 Niels Finsens gøta

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur