Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Ólavsøkukonsert í Tutl: Tarira
Ólavsøkuaftan fer staklagsaktuella kórið Tarira,
Kórið Tarira var stovnað í 2002 við tí endamáli at framføra samtíðartónleik eftir núlivandi tónaskøld, við serligum denti á nýskrivaðan føroyskan tónleik, og hartil eisini tónleik frá barokk- og endurburðartíðini. Kórið hevur givið út eina fløgu, DØGG í egnum navni og hevur harumframt luttikið í fleiri øðrum útgávum, m.a. saman við Teiti Lassen, sum kórið í fleiri førum hevur samstarvað við.
Tarira bíleggur javnan verk frá føroyskum tónaskøldum og er á tann hátt við til at gera kórrepertoirið í Føroyum meira fjølbroytt, áhugavert og viðkomandi fyri komandi ættarlið av kórsangarum og tónaskøldum.
Í 2018 hevði kórið eina stóra verkætlan í samband við at Regin Dahl sáli hevði fylt 100 ár. Í hesum sambandi heitti kórið á fleiri tónaskøld um at skriva verk til yrkingar hjá Regini og millum annað bleiv heitt á 99 ára gamla Stephen Wilkinson, sum eisini er pápi kórleiðaran Bernharður Wilkinson, um at skriva eitt verk. Stephen helt seg ikki rættuliga til, men so ein morgun sendi hann eitt lag til verdóttrina Urd Johannesen, sum eisini syngur í kórinum - "Here’s a tiny song. I hope you will like it”. Kórið fekk heili 11 nýskrivaði verk inn og av hesum átti Stephen 7 og eitt av teimum er hesin ‘little tiny song’ sum kallast Toybilskvøld. Lagið kemur út eftir Ólavsøku, og verður eitt av teimum løgunum, ið Tarira fer at framføra fyri okkum í Tutl.
-Konsertin er stuðlað av Økistónum
Bústaður
Tutl Faroese Label and Music Store
9 Niels Finsens gøta
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar